FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1020)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (37)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    176539

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli
  • Eiriks søga hins Reyða
  • Nýggjur formaður í KSF
  • Leggja til brots aftur á Vaglinum


  • 28.06.2012 | Evni: Býráðið
    Musikkskúlin samtyktur
    Tórshavnar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt at fara undir at projektera nýggjan Musikkskúla við Norðurlandahúsið í Havn.

    Allir tólv býráðslimirnir, sum vóru á fundi, tóku undir við tilmælinum frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini.

    Býráðslimir mettu hetta sum eina søguliga avgerð til frama fyri ungdómin og tónlistalívið í høvuðsstaðnum.

    Býráðslimir staðfestu, at í roynd og veru hevur býráðið leingi viljað musikkskúlanum væl, men tað hevur tikið tíð at koma til hesa ítøkiligu niðurstøðu.

    Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini fegnast um, at nú kann av álvara farast undir at projektera skúlan, sum arkitekturin Mayfinn Norðoy hevur gjørt eitt áhugavert skitsuprojekt av í góðum samstarvi við ein lærarabólk á Musikkskúlanum og aðrar ráðgevar.

    - Hetta er eitt stórt stig fram á leið fyri tað tónleikalív, sum vit eru so fegin í býnum. Vit fegnast eisini um, at Náttúrfriðingarnevndin tók undir við okkum at staðið er tað rætta at byggja bygningin og at skúlin verður eitt prýði fyri økið við Kringvarpið og Norðurlandahúsið, sigur hann.

    Í hesum umfarinum eru játtaðar tilsamans 5,2 mió krónur til projekteringina og samtykt er at fara í samráðingar við ráðgevar, sum hava boðið upp á ráðgevingina.

    ---


    < Rimmar dagur í Koltri | Skúlin í Kaldbak 100 ár >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR