FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1022)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (38)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    177831

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Beinrakni Uni argaði
  • Eg lovi at gera mítt besta
  • Petur Knudsen aftur sunnudagin
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli


  • 23.06.2012 | Evni: Býráðið
    Rimmar dagur í Koltri

    Í Koltri var skipað fyri tiltakinum opin oyggj í dag. Nógv fólk úr øllum landinum tóku av, og bátarnir stóðu seg illa at flyta fólkið av Gomlurætt út í oynna.

    Longu fyri fyrsta túrin stóðu eini 1000 fólk í bíðirøð at sleppa við Silju Star. Tað munti lítið, men ferðin í flutninginum var skjótari, tá Froyur kom úr Mikinesi at taka sín part av fólkinum. Aðrir skjóttgangandi bátar løgdu eisini upp í flutningin, men sjálvt klokkan 18.00 var ikki alt fólkið komið út at skoða verkið og umstøðurnar.

    Veðrið var av tí allarbesta við lýðku og sólskini, og skjótt sást fólk um alla oynna. Vitjað varð Heima í Húsi, býlinginum, sum er endurreistur, men farið eisini um sermerktu teigarnar og hagan, og tey treystastu fóru heilt upp á toppin. Tey vildu sigra á Koltri.

    Eitt seksmannafara sum Niclas í koltri bygdi í 1936 var fyrrapartin flotað í Kirkjubøð og róð út í Koltur, hagar tað kom stutt fyri klokkan 13.00.

    Tá varð báturin drigin upp á Lónna, og nógv fólk var til hátíðarhaldið, tá báturin fekk nútt navn og síðand varð drigin inn í Svartaneyst, sum er endurbygt eins og so nógv honnur hús, sethús sum úthús.

    Á hátíðarhaldinum helt Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, sum hevur stuðlað hesum átaki, røðu fyri bátinum og gestunum:

    Góða móttøku frá myndugleikum

    ”Tað er hugaligt at síggja so nógvan gravgang eftir at koma út í hesa mentanar- og náttúruperlu í dag. Tey flestu hava ongantíð verið her áður, men Ebbe Rasmussen í Hesti, sum Silja Star legði inn í Hest eftir á fyrsta týri, er bæði føddur og uppvaksin Niðri í Húsi og vitjar javnan aftur á steinarnar, eisini í dag.

    Hetta er ein stórur og søguligur dagur í Koltri. Endurbyggingin av býlinginunm Heimi í Húsi er at enda komin. Hesin býlingur er ætlaður at verða ein týðandi partur av Koltri sum føroyskur tjóðargarður.

    Í gjár var eisini stórur dagur her í oynni. Bjørn Patursson, Koltursgrunnurin og almenni grunnurin hjá A.P. Møller fegnaðust saman við øðrum um verkið, sum nú er lokið.

    Føroya Landsstýri boðaði frá, at tað í næstum við lóggávu ætlar at skapa fortreytir fyri, at tjóðargarðurin veruliga kann fáast í lag, rekast og røkjast. Tað skiltu vit á landsstýrismonnunum í búnaðarmálum og í mentamálum, tá teir við sjálvum løgmanni á odda vóru staddir á almennum hátíðarhaldi her í gjár.

    Og Tórshavnar kommuna heldur seg ikki aftur. Koltur er jú partur av kommununi, og tað er sjálvsagt, at kommunan tekur sær av undirstøðukervinum, infrastrukturinum, sum áliggur henni, uppi á landi og móti sjónum, segði sjálvur borgarstjórin..

    Byggikønir og handverkarar hava greitt eitt valaverk úr hondum. Teir hava fingið nógv burtur úr lítlum og hava lagt dent á at varðveita snið og endurnýta tilfar í allarmesta mun. Tað er ein vøkur og hugnalig sjón at skoða býlingin í dag.

    Meir er í væntu

    Hetta er stórt mentanarligt stig, men hetta er bara tað fyrsta. Ætlanin er eisini at endurbyggja hin býlingin, Norðuri í Gerði, har tveir bóndur sótu,, og norðanfyri aftur er ætlanin at endurbyggja tey mongu úthúsini ella goymsluhúsini á Gróthústanga. .

    Er hetta einastandandi í dag, so verður hetta í framtíðini ein so serlig varðveiting av eini fornari og óspiltari bóndabygd, at hon valla hevur sín líka nakrastaðni. Og tað snýr seg ikki bara um hús og úthús og bátar, men eisini um tað órørda kultiveraða lendið, teigalendið til kornvøkstur, sum er tað størsta í Føroyum.

    Flestøll hús og fornminni her í oynni eru friðað sambart lóg, og tað sama er galdandi fyri teigalendið.

    Heimi í Húsi er upprunabýlingurin í Koltri. Tá garðurin varð býttur sundur, var býlingurin Norðuri í Gerði eisini bygdur. Festararnir vóru fýra, tá teir vóru flestir, tveir her suðuri og tveir har norðuri. Og tá fólkið var upp á tað mesta vóru húskini seks og manntalið omanfyri 40.

    Hetta átak fer at tæna Føroyum og Tórshavnar kommunu væl. Ferðavinnumál fyri bæði føroyingar og útlendingar er hetta so víst, her kunna eisini okkara skúlaungdómar læra um gamla samfelagið og her kunna granskarar gera sær dælt.

    Koltursgrunnurin arbeiðir eisini í álvara fyri at seta Koltur á heimskortið gjøgnum skipanir hjá alheimsfelagsskapinum UNESCO, sum kann veita serligar viðurkenningar, sum lata mangar dyr upp.

    Báturin verið á langari ferð

    Tað er mær ein heiður at vera biðin at siga nøkur orð, nú hesin gamli báturin, sum smíðaður er í Koltri fyri mongum árum síðani, er komin aftur í oynna at vera ein partur av mentanarliga arvinum Heimi í Húsi.

    Hann fer at standa her í Svartaneysti sum eitt minni um føroyskt bátasmíð og um bóndan og bátasmiðin Niclas í Koltri, sum var eitt við Koltursnavnið, og tann, sum fólk í okkara tíð hava knýtt einamest at hesum sjáldsama oyggjanavni.

    Bjørn Patursson tók fegin av, tá báturin stóð honum í boði. Hann hevur skipað fyri at seta hann í stand, so hann kann verða ein viðkomandi sýnislutur her á savninum.

    Koltursmenn livdu ikki av jørðini og bjørgunum eina, men eisini av útróðri, og skuldu teir nakran veg, so máttu teir í bát. Tí var tað ikki verri at vera førur fyri at smíða sínar egnu bátar.

    Tað gjørdi Niclas longu 16 ára gamal, og undan tí hevði hann roynt seg við skipamodellum og borðbátum. Tað tók hann upp aftur, tá hann gjørdi skip og bátar til børnini at spæla við í Eiðisdammi, sum tann tíð, tað var, var ein sjáldsom attraktión í Koltri.

    Eg má siga fyri meg, at hóast eg ongantíð sá hylin og skipini við egnum eygum, so livir hendan spennandi mynd enn í huganum frá barnaárunum.

    Mong av hesum skipum eru í dag at finna á Føroya Fornminnissavni eins og øll amboðini, sum Niklas brúkti í sínum handverki, fyrst her í Koltri og tey síðstu mongu árini á Heygnum Mikla í Havn. Nógv av teimum hevði hann gjørt sjálvur.

    Átti allan kappróðrarflotan

    Hugin til bátasmíð hevði Niklas ikki frá fremmandum. Pápin smíðaði einar 12 bátar. Hann fekk sær smiðju í Uttari í Stovu Norðuri í Gerðum, tá fólkini, sum har høvdu húsast, vóru flutt av oynni.

    Hendurnar sótu væl til alt handverk, og tað gjørdi tað ikki verri, at ein ættarstrongur rakk til Nornastovu í Mikladali, sum er kend fyri sínar dugnaligu smiðir.

    Niklas var føddur her í Koltri í 1909, og í 1927 smíðaði hann sítt fyrsta seksmannafar til motor. Motorarnir vóru ótryggir tá, gingu væl út á hav um morgununin, men fingust sjáldan í gongd, tá farast skuldi aftur at landi.

    Skjótt fekk hann bíleggingar úr Vágum, Hesti og Skopun, og annar báturin fór til Miðvágs fyri 150 krónur.

    Niklas var til skips við slupp nøkur ár fyrra partin í tríatiárunum, og tá hann hevði tikið við festinum miðskeiðis í tredivunum, vóru bert stundir at takast við bátasmíð um veturin, men tá dreiv hann eisini á.

    Í 1949 bygdi hann t.d. Tusk, sum djóralæknin fór heilt eystur til Helsinki við til olympiskar leikir. Hann bygdi eisini seksæringar til útróður bæði heima í Føroyum og í Grønlandi og eitt ótal av smærri bátum.

    Sum fráleið gjørdist Niklas einamest kendur fyri kappróðrarbátarnir. Tað var hann, sum legði leiðina fyri sniðið á kappróðrarbátinum. Hann legði fyri við áttamannafarinum Miðvingi í 1957. Hesin bátur vann so dyggiliga á øllum hinum, at øll róðrarfeløg síðani vildu hava Niklas at smíða sær bátarnar.

    Til endans átti hann mestsum allan flotan, sum róði kapp, og tað var ein vøkur sjón fyri og onnur eftir, tá teir kappaðust á firðunum kring landið. Tilsamans smíðaði Niklas 75 kappróðrarbátar. Ein av teimum var Havnarbáturin, sum var føroyameistari næstan øll sjeytiárini, kanska ikki við koltursmonnum umborð, men har vóru bæði hestmenn og skopuningar og aðrir.

    Svarti í Svartaneysti

    Niklas fekk betri stundir til bátasmíðið, tá hann og konan Elisabeth frá Gjógv fluttu til Havnar tíðliga í sekstiárunum, og tá Niklas gavst við bátasmíðinum, hevði hann smíðað meir enn 400 bátar.

    Hesin báturin, sum vit hava fyri okkum, er eitt seksmannafar, sum Niklas smíðaði til sín sjálvs her úti í Koltri í 1936. Tá hann flutti av oynni, lat hann bátin av hondum. Fyrst fór hann til Skopunar, síðani til Dals og higar er hann komin aftur úr Haraldssundi.

    Andrass Jacobsen ætlaði at lata bátin fara á nýggjársbálið, men spurdi kortini Bjørn Paturson, um áhugi var fyri at fáa bátin aftur í Koltur. Hann ivaðist ikki eina løtu.

    Bjørn bað so ein bátasmið væla sær um bátin. Hann helt, at tað fór ikki at loysa seg at umvæla hendan gamla skrokkin, men Bjørn helt upp á sítt – og her stendur hann nú sum eitt virðiligt umboð fyri bátasmíðið hjá Niklasi í Koltri.

    Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð helt hugskotið vera bæði viðkomandi og áhugavert, nú býlingurin Heimi í Húsi skuldi endurbyggjast við sínum sethúsum og úthúsum, og játtaði at stuðla átakinum at endurreisa bæði neyst og bát.

    Tað finst valla betri dagur enn jóansøkuaftan at heiðra minnið um Niklas í Koltri og hansara bátasmíð. Hendan sum aðrar stevnudagar sat hann spentur og lurtaði eftir, um hansara bátar stóðu seg í kappingini ella hvør av hansara bátum fór at vera bestur. Í eitt mannaminni vartað soleiðis, at hvussu ið víkti og vendi, so vóru tað bátar hjá Niklasi í Koltri, sum vunnu.

    Nú báturin hevur skift hendur, fer hann eisini at skifta navn, og navnið verður kunngjørt við einum ørindi, sum Bjørn hevur sett saman í nátt::

    Vælkomin aftur í heimasjógv, bátleysur maður saknar teg nógv. Vælkomin aftur úr Haraldssundi, har nýggjársbál tú blivið mundi. Nú ert tú komin í trygga havn, - SVARTI verður títt nýggja navn.

    Jógvan Arge heitti síðani á mannamúgvuna um at rópa eitt trífalt livi fyri Svarta og væl varð tikið undir. Síðani var báturin drigin í Svartaneyst Hann hevði verið óvanliga lættur at rógva, søgdu teir royndu róðrarmenninir, sum mannaðu hann úr Kirkjubø út í Koltur. .


    < Vindmyllulund í Húsahaga | Musikkskúlin samtyktur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR