SEV hevur latið Vinnumálaráðnum umsókn um vindmyllulund í Húsahaga í Havn.
SEV hevur søkt um loyvi at seta 13 vindmyllur upp. Tær eru av slagnum Enecron 900. Mett verður, at við løðiskipanini kann vindmyllulundin framleiða 46 Gigawatt-tímar um árið.
Tað fer at spara SEV 10.000 tons av olju, sum í dagsprísi kosta 40 milliónir kr.
Vindmyllulundin verður mett at kosta 140 milliónir krónur.
Saman við vindorkuætlanini í Neshaga, sum verður framd í løtuni, og útbyggingini av vatnorkuni á Eiðisverkinum, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum 67 prosent, sigur SEV.
Gongst sum ætlað, kann vindmyllulundin takast í nýtslu longu næsta summar.
---