FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1020)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (37)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    176616

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli
  • Eiriks søga hins Reyða
  • Nýggjur formaður í KSF
  • Leggja til brots aftur á Vaglinum


  • 18.06.2012 | Evni: Býráðið
    Flagtekjur og bussleið í Rio

    Tríggjar umhvørvisloysnir hjá Tórshavnar kommunu verða lýstar í framløgu á altjóða umhvørvisráðstevnuni í Rio í dag. Samstundis verður eitt felags norðurlendskt eksportkatalog við orkuloysnum almannakunngjørt og lagt fram alment í øllum teimum norðurlendsku høvusstaðunum.

    Tað verður borgarstjórin í Oslo, sum vegna teir 8 norðurlendsku høvuðsstaðirnar almannakunngerð katalogið í ICLEI’s Global Town Hall í Rio de Janeiro. Tórshavn er umboðað av tekniska stjóranum, sum hevur staðið fyri arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu við eksportkataloginum. Hann skal, saman við umboðum fyri nøkrum av hinum norðurlendsku høvuðsstaðunum, hava eina framløgu um umhvørvisloysnirnar, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við.

    Úrslitið er eitt felags norðurlendsk eksportkatalog, sum miðjar eftir at marknaðarføra tær mest áhugaverdu og serligu umhvørvisvinarligu loysnirnar til aðrar býir kring heimin.

    Endamálið var sostatt bæði at vísa øðrum býum á uppfinnsemið og hvussu frammarliga norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru í arbeiðinum at minka um umhvørvisárini frá býum, men eisini at skapa møguleikar fyri, at norðurlendsk vinnuvirki, sum arbeiða við slíkum loysnum, kunnu selja síni hugskot og loysnir til onnur lond.

    Høvuðsstaðirnir heittu á altjóða ráðgevaravirkið ARUP í London um at standa fyri arbeiðinum, og somuleiðis varð avgjørt at søkja Norðurlandaráðið um stuðul til at gera eitt slíkt katalog, og síðst í 2011 avgjørdi Norðurlandaráðið at veita stuðul til hetta felags norðurlendska átak.

    Umhvørviskatalogið setir fokus á 7 høvuðsevni, sum eru vanlig fyri býir. Hesi evnini eru býarskipan og bygging, flutningur, orkusparandi gøtuljósskipanir, umhvørvisvinarlig orkuframleiðsla, vatn, tøkniligar umhvørvisloysnir og at enda átøk fyri at fremja hugsburðbroytingar.

    Tá umhvørvisserfrøðingarnir hjá ráðgevaravirkinum ARUP fóru undir at meta um, hvørjar av loysnunum hjá ymsu høvuðsstaðunum vóru mest áhugaverdar millum tær loysnir, sum hvør býur sær lýsti fyri teimum, valdu teir í fyrstu atløgu tríggjar umhvørvisloysnir hjá Tórshavnar kommunu út. Hesar vóru ókeypis bussleiðin og endamálið við henni, sum er at fáa fleiri fólk at brúka buss fyri at minka um bilaferðsluna. Harnæst valdu tey stýriskipanir til gøtuljós, sum gera tað møguligt at innstilla og fjarstýra gøtuljósini í mun til árstíð og annað, og harvið at minka um orkunýtsluna. At enda valdu tey verkætlanina við sjóhita á Boðanesheiminum, sum tey ikki høvdu hoyrt um var roynd aðrastaðni í heiminum.

    Tá arbeiðið at lýsa hesar verkætlaninar var komið væl áleiðis, gjørdust umhvørvisserfrøðingarnir hjá ráðgevaravirkinum ARUP orsaka av nógvum tilsendum myndum varugir við, hvussu sera vanlig nýtsla av flagtekjum var í Føroyum á bæði eldri og nýggjari bygningum. Hetta mettu teir so mikið áhugavert fyri umheimin, har rákið við at hava plantur ella flag á bygningum vindur alt meira og meira uppá seg av umhvørvisávum, at teir bóðu um at fáa føroysku flagtekjurnar lýstar eisini.

    Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, luttekur og leggur fram vegna Tórshavnar kommunu í Rio.


    < Sóljurnar koma altíð aftur | Nátt teirra ungu í Havn >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR