Sluppin Westward Ho hevði stóra atdráttarmegi á Hátíð hafsins í Reykjavík um vikuskiftið. Fólk vitjaði umboð báðar seinnapartarar sum opið var, og har vóru nógvir íslendingar og føroyingar at hitta.
Westward Ho lá við bryggju beint uttanfyri Sjósavnið hjá Reykjavíkar kommunu beint yvirav gamla verjuskipinum Tóri, sum eins og sluppin lá flaggskrýddur alla hátíðina.
Sekstan fólk høvdu siglt sluppina til Reykjavíkar – átta føroyingar og seks íslendskir menn og tvær kvinnur. Tey høvdu havt góða ferð yvir og komu til Akranes fríggjakvøld. Á vegnum hevði Westward Ho lagt inn í Vestmannaoyggjum.
Íslendingar hava eins og føroyingar góðan hug at varðveita gomul skip og gamlar bátar, og teir gera nógv burtur úr at varðveita søguna um førini og sjóvinnuna. Til tess hava teir gjørt eitt stórt fyrrverandi pakkhús tætt við Slippin í Reykjavíkar havn um til sjóminnasavn við stórari framsýning.
Uttanfyri savnið stendur Gullborgin uppi á landi. Hetta er ein gamal snurrari, sum varð keyptur úr Danmark til Føroya eftir seinna heimsbardaga. Í Føroyum hoyrdi hann heima í Vestmanna við navninum ”Erna Durhuus” og eigari var Jeffri Durhuus.
Tíðliga í fimmtiárunaum keypti kendi rokfiskimaðurin í Vestmannaoyggjunum Binni í Grøf skipið til Íslands. Hann og synir hansara vóru í heilum tað, sum íslendingar rópa aflakongar í Vestmannaoyum.
Virgar og Árni
Í sólskininum í Íslandi um vikuskiftið vitjaði nógv fólk umborð á Westward Ho. Har vóru bæði íslendingar og føroyingar. Íslendingar, sum hava mong góð minni um føroysku sluppirnar, sum plagdu at koma inn á firðirnar sunnudagar, tá teir ikki fiskaðu kortini.
Tá fóru manningarnar í kirkju og børninin sluppu umborð og fingu skipskeks, sum íslendingar nevna beinakeks. Hetta vóru kær minni hjá mongum og tey minnast enn nøvnini á mongum føroyskum sluppum – eitt nú Fimm systrum og Knørri, sum ofta var inni á Dalvík á Eyjafjørðinum, nakað norðanfyri Akureyri.
Har vóru eisini føroyingar at hitta, sum tú ikki hevði sæð í mong ár. Bar kenslu á ein gráhærdan mann, sum fylgdist við Árna skræddara Gærdbo, ið aftur býr í Íslandi. Hetta vísti seg at vera Virgar Wardum úr Havn. Hann hevur búð í Íslandi í eini 40 ár og hevur verið sjómaður alla tíðina.
Nú siglir hann sum kokkur við stórum nótaskipi, sum seinastu túrarnar hevur verið á svartkjafti.
Ein annar var Niels Joensen av Tvørábakka. Hann hevði búð í Íslandi í næstan 50 ár. Var fyrst mong ár í Vestmannaeyjum, men býr nú í Skólagøtu í Reykjavík, har íbúðir seinastu árini eru bygdar fram við strondini.
Uttanfyri sjósafnið vóru ymsar sølubúðir. Í einari stóð ein hálvur kollfirðingur, sum tosaði flótandi føroyskt. Hann seldi turran fisk í ymsum sniðum og var ikki dýrur. Mamman var úr Ovaru stovu á Miðgerði og abbin var Niklái Petersen.
Har vóru eisini føroyskar kvinnur, sum búgva í Íslandi. Ein teirra var Palma hjá grannunum Kirstin og Mortani Rasmussen í Havn saman við manni og dóttir. Tey høvdu leitað sær úr Garðabæ oman á havnarlagið í Reykjavík at skoða sluppina og hitta fólk.
Dansur og ferðavinna
Føroyingar og íslendingar tóku saman frammanfyri pallin í savnstúninum. Teir flestu føroyingarnir komu upp í ringin og eisini fitt av íslendingum, men teir flestu av teimum skoðaðu heldur ringin og lurtaðu eftir Flóvin Bænadiktsson og Orminum Langa.
Inni á sjósavninum hevði føroyska ferðavinnan eitt søluátak fyri ferðing til Føroyar v..m.. Har vóru Kunningarstovan í Havn, Green Gate, Atlantic Airways og Smyril Line við sínum umboðum, sum nógv vildu hitta.
---