FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1020)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (37)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    176473

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli
  • Eiriks søga hins Reyða
  • Nýggjur formaður í KSF
  • Leggja til brots aftur á Vaglinum


  • 05.06.2012 | Evni: Býráðið
    Kransur á kirkjugarði
    Umboð fyri Tórshavnar býráð vóru hjástødd á Fossnavogskirkjugarði sjómannadagin, tá kransar vórðu lagdir við minnissteinar teirra sjálætnu um vikuskiftið.

    Til staðar vóru eisini umboð fyri íslendsku manningarfeløgini, sjómannadagsráðið, sjóverjuna og einstaklingar.

    Einar teirra var Einar Kristeinsson, sum átti kefklavíkarskipið ”Sjøstjarnuna”, sum gekk burtur millum Føroyar og Íslands í februar 1972.

    Einar kom til okkara at heilsa upp á føroyingar. Hann var sera harmur um vanlukkuna, men var fegin um, at nøvnini á øllum føroyingunum vóru komin á minnissteinarnar á jøvnum føti við íslendingar.

    Einar Kristeinsson byrjaði sum útgerðarmaður í Grindavík og flutti síðani til Keflavíkar, har hann helt fram í starvi sínum. Hann hevði nógvar føroyingar í arbeiði bæði á landi og við skipum gjøgnum árini. Nú býr hann í Reykjavík.

    Ein annar kom eisini at heilsa uppá. Hann hevði verið trolaraskipari leingi, og tað serliga við honum var, at hann hevði havt føroyska konu, sum nú var deyð. Hugsi, hon var av Breyt í Húsavík.

    Skiparin læt væl at føroyingum og húsvíkingum, sum hann hevði vitjað mangan. Hann vísti okkum á navn bróðurs síns, sum gekk burtur við íslendska Goðafossi stutt fyri stríðslok.

    ---


    < Takkarrøða á Akranesi | Sluppin í Reykjavík >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR