Jákup í Gerđinum er vestmenningur, útbúgvin verkfrřđingur og starvađist leingi sum lćrari á studentaskúlanum í Hoydřlum.
Hađani fór hann í starv hjá Fřroya Handverksmeistarafelag. Har gavst Jákup í góđum árum og hevur ikki kett seg eina lřtu, síđani hann gjřrdist pensionistur.
Střrsti áhugi hansara í dag er at granska sína ćtt, sum fevnir víđa, men hann hevur eisini onnur áhugamál. Eitt nú hevur hann ferđast í bćđi Kina og Vietnam.
Jákup vaks í Vestmanna undir krígnum, har fleiri ógvisligar krígshendingar vóru. Tađ fyrsta, hann minnist, var ein spronging, sum kostađi tveimum dreingjum líviđ.
Fleiri bumbuálop vóru á Vestmanna, og sumt av tí stendur enn í minninum. Tađ ringasta var, at pápin, Hans í Gerđinum, slóg út av sluppini “Grřnanesi” stutt fyri krígslok.
Jákup gekk í tí gamla skúlanum í Vestmanna, har plássiđ var so lítiđ, at summi máttu sita í vindeygakřrmum og onnur í trappum og á krakkum.
---