Borgarstjórin í Havn er nú komin á vøllin í spurningunum um kommunusamanlegging. Hann fer at atkvøða nei hósdagin.
Heðin Mortensen grundar sína støðutakan í allari tí óvissu, sum valdar kring fólkaatkvøðuna hósdagin. Kommunurnar vita ikki, hvørjum treytum tær kunna koma at virka undir í framtíðini.
Signalini úr Tinganesi er alt annað enn greið. Merkir hetta kanska, at alt skal javnast út frá Havnini, spyr Heðin Mortensen.
Eg kenni meg ógvuliga ótryggan og sum støðan er nú sigi eg nei, segði Heðin Mortensen við Dag og Viku mánakvøldið.
Frammaundan hava Jógvan Arge úr Tjóðveldi opg Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum alment mælt til at siga á fólkaatkvøðuni hósdagin.
Eitt er øll tann óvissan, sum valdar um fíggjarliogu umstøðurnar hjá kommununum í framtíðini og væntandi tilsagnir um, hvussu tey fíggjarligu viðurskiftini verða skipað í sambandi við útlegging av eldraøki og skúla.
Annað er tað, sum borgarnir í Havn skula atkvøða um: at leggja saman við Kvívík og Vestmanna. Báðir hava mælt frá slíkari samanlegging, tí hetta fer at skeikla tann samlaða framtíðar bygnaðin hjá kommununum meir enn gott er. Havnin verður snøgt ov stór í mun til hinar eindirnar.
----