Í 1961 fór Robert McBirnie til skips við sluppini “Jóhannu”. Teir vóru í sjálvdrátti.
Tá hann kom aftur, vóru boð fyri honum um at fara á læraraskúla. Hann var í Nørre Nissum eitt ár.
Í 1963 byrjaði Robert á Føroya Læraraskúla, og fyrsta kvøldið í Havn bjóðaði hann seg fram at syngja ein sang í Tórshøll.
Dagin eftir varð hann boðin til roynd hjá væl umtókta dansiorkestrinum The Faroe Boys og var kosin til sangara hjá teimum.
Hetta gjørdist eitt sera áhugavert skeið í ævisøguni hjá Roberti.
Faroe Boys fingu sera góða undirtøku og sáttmála við Sjónleikarhúsið, sum var stúvstappað hvørt einasta mikukvøld, sum gjørdist tað stóra dansikvøldið hjá teimum ungu miðskeiðis í 60unum.
---