Břrn, sum ganga í 3. flokki í Tórshavnar kommunu, fáa eitt nýtt frítíđartilbođ frá komandi skúlaári.
Mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at bjóđa hesum břrnum eitt frítíđartilbođ, sum líkist tilbođnum í Margarinfabrikkini.
Frítíđartilbođiđ bjóđar nakađ tađ sama sum ein frítíđarskúli viđ verkstřđum, ítrótti og mřguleika fyri spćli yvirhřvur.
Frítíđartilbođiđ verđur í mesta mun á verandi frítíđarskúlum.
Frítíđarskúlarnir í Havn eru ymiskir. T.d. er ein náttúrufrítíđarskúli í Havnardali viđ djórum og fríari náttúru. Ađrir frítíđarskúlar hava góđar mřguleikar fyri ítrótti.
Ein árgangur er um 300 břrn. Tekur helmingurin av teimum, sum nú fara í 3. flokk, av tilbođnum, verđa rakstrarútreiđslurnar mettar til slakar 0,9 mió kr til starvsfólk og annan rakstur.
Í flestu fřrum rúmast břrnini í verandi frítíđarskúlum, men í ovara parti av býnum verđur neyđugt at útvega hřlir.
Samtykt er í ár at játta rakstrarpeningin av sparingum í sambandi viđ verkfalliđ í vár.
Foreldraráđini fyri frítíđarskúlarnar í Tórshavnar kommunu heittu á kommununa um at víđka frítíartilbođini til eisini at fevna um 3. flokk. Umsitingin hevur skotiđ hesa nýggju skipan upp sum eina royndarskipan fyri fyrst.
---