Røðan, sum Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, helt, tá hann setti framsýningina hjá Birgit Kirke og Helle Bang:
Ein kona ringdi til mín nú ein dagin og spurdi, um eg hevði hug at seta eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hóast eg eri formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, var eg eitt sindur ovfarin, men eg var samstundis fegin – og tað var skjótt, eg játtaði.
Tað var ein føroysk listakvinna í Danmark, sum var í hinum endanum við ljósari rødd og greiðari talu. Tað var týðuligt, at hon visti, hvat hon vildi, og at hon var spent upp á framsýningina, sum hon skuldi hava saman við donsku listakvinnuni Helle Bang.
Hetta var Birgit Kirke úr Havn. Má viðganga, at eg visti ikki so nógv um hana, men tá vit skiltust, vóru vit blivin fermenningar gjøgnum eitt ættarsamband úr Gøtu til Rituvíkar. Eg plagi at taka til, at eg eri fermenningur við allar rituvíkingar av Olsen-ættini, sum eru nøkurlunda á sama aldri sum eg.
Ættarband av Húsgarði
Hetta kemur alt av Húsgarði í Syðrugøtu. Haðani var langomma mín Petra, sum giftist Gregersen, og haðani var eisini systir hennara Sára, sum giftist við elsta Magnusi Olsen í Rituvík. Nógv samband var millum hesi fólkini fyrr í tíðini. Gøtufólkini plagdu at ganga í flokki alla leiðina til Rituvíkar at vitja.
Abbi mín var sum ungur til skips við systkinabarni sínum yngra Magnusi í Rituvík. Og eg haldi, eg tori at siga, at slagið í Rituvík hevur ikki sligið falskar mentir. Eg havi sjáldan sæð eina ættartalvu við so barnaríkum húskjum sum júst hjá eftirkomarunum hjá Sáru og Magnusi í Rituvík.
Nógv felags, men ymiskar
Hesar báðar listakvinnurnar, sum lata framsýning upp í dag, hava nógv til felags, men eru eisini ymiskar. Tær virka báðar í Jyllandi – Herning og Skanderborg. Tær hava verið saman á framsýningum áður og hava báðar lisið í Århus. Tær mála og hava serligan áhuga fyri náttúru, ljósi, árstíðum, vatni, himmali og jørð.
Tær gera eisini skulpturar. Tá arbeiðir Birgit við pappírmassa og Helle við leiri og bronsu.
Hugtikin av náttúrini
Birgit er hugtikin av føroysku náttúruni, sum hon áhaldandi roynir at týða á naturalistiskin/abstraktan hátt. Uppvøksturin í Føroyum, tann stórslignma nattúran og skiftandi veðurlagið síggjast týðuliga aftur í hennara málningum. Tú kanst granska hennara málningar leingi, tí í teimum eru so nógv løg og aftanfyri tey koma nýggj landsløg undan kavi – eins og í føroysku nattúruni.
Sum myndahøggari er Birgit hugtikin av mannakroppinum. Skulpturarnir eru lívsmyndir, gjørdar úr pappírmassa, litevni, lími, steini, træ, jarni og endurnýtslutilfari.
Ansur fyri litum
Um Helle Bang verður sagt, at hennara serligi sansur er ansurin fyri litum. Hon er bæði ekspressiv og abstrakt og fyri hana er liturin avgerandi í hvørji einastu mynd. Tað, sum hugtekur hana, er tann serliga litpoesiin í nattúruni – og hana fangar hon og endurgevur við hepni.
Í nógv ár hevur hon fingist við skulpturar úr leiri og bronsu og myndevnið er oftast kvinnur, har andlitið er sum ein spegil, ið áskoðarin kann spegla sær í.
Júst í dag verður ein skulpturur frá hennara hond avdúkaður í nýggja rættinum í Herning. Hann eitur Himalaya – og ímyndar, at tú klárar at koma upp á fjøllini, um tú vilt tað nóg nógv.
Listafólk burturav
Bæði Birgit og Helle arbeiða sum listafólk burturav. Tær hava tilknýti til ymisk gallarí í Danmark og sambandið teirra millum er komið í gjøgnum Galleri St. Gertrud hjá Kurt Svendsen.
Skilji á teimum, at Smiðjan í Lítluvík er ikki bara kend í Føroyum. Alt fleiri fremmand, kanska serliga donsk, listafólk, nevna fegin framsýningar í hesi smiðjuni í sínum CV. Tað kunna vit bara fegnast um – tí ætlanin við hesum framsýningarhøli er júst at fáa list frá so nógvum sum gjørligt fram í ljósið at verða øðrum til íblásturs.
Hvussu ber tað so til, at tær báðar eru her? Birgit hevur verið her fyrr, og hon hevði bílagt sær tíð aftur nú. Tær báðar komu á tal og Helle nevndi, at hon so fegin vildi til Føroya. Jamen, kom tú bara, eg havi bílagt tíð til framsýning í Havn í apríl. Og her eru tær – og teirra forkunnugu listaverk.
Við hesum orðum er listaframsýningin hjá Birgit Kirke og Helle Bang latin upp.
---