Fólkatalið 1. februar 2012 var 48.278, ið er 214 fólk færri enn 1. februar 2011.
Í hesum tíðarskeiði vórðu 585 børn fødd, meðan 366 fólk doyðu.
Burðaravlopið var sostatt 219.
Samstundis fluttu 1.692 fólk av landinum, meðan 1.259 fluttu til Føroyar, ið gevur eina nettoflyting av landinum uppá 433 fólk.
Heldur hendan gongdin árið út, so verður talan um størstu minking í fólkatalinum síðstu 16 árini.
Merkisvert er, hvussu gongdin er í fólkatalinum í Tórshavnarøkinum, samanborið við restina av landinum, so sum tað sæst í strikumyndini niðanfyri.
Tá fólkatalið minkar í Tórshavnarøkinum, so minkar tað enn meira í restini av landinum. Myndin vísur eisini, at minkingin í fólkatalinum í Tórshavnarøkinum hevur lyndi til at koma seinni, og at vend kemur í aftur fyrr enn í restini av landinum.
Fólkatalið minkaði í 23 kommunum, vaks í 6 kommunum og var óbroytt í einari kommunu.
Størsti vøksturin við 31 fólkum var í Vága Kommunu. Hetta kemst av stórum burðaravlopi og tilflyting.
Fólkavøksturin í Klaksvíkar Kommunu svarar umleið til minkingina í hinum kommununum í Norðoyggjum. Tað er flytingin, sum ger henda munin, tí burðaravlopið í Klaksvík er lítið og onki.
Størsta minkingin í fólkatalinum var í Tórshavnar, Nes, Fuglafjarðar, Runavíkar, Sands, Sørvágs og Sumbiar kommunum, og er tað serliga tann stóra nettofráflytingin, ið ger munin. Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsa, Kunoyar og Sumbiar kommunum.
Fólkatalið vaks í Vágaøkinum, av tí at vøksturin í Vága kommunu var so mikið størri enn minkingin í Sørvágs kommunu. Eisini vaks fólkatalið eitt vet í Streymoy annars og Norðoyggjum.
Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið. Mest í Eysturoy, har minkingin var heili 114 fólk, samanborið við 214 fyri alt landið.
---