FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (34)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstøðu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIÐ 60 ÁR
  • Flaggið einsamalt ger jú onki
  • Lítið mansligt lokabragd
  • Ein er tíðin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráð
  • Hon teknar ræðumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 19.10.2011 | Evni: Løgtingið
    Bert smáar broytingar á tingi
    Um val var í dag vann Sambandsflokkurin ein tingsess afturat og Framsókn fekk ein tingsess, men Tjóðveldi og Fólkaflokkurin mistu ein sess hvør. Hetta vísir nýggj veljarakanning hjá Kringvarpinum

    Fólkaflokkurin og Tjóðveldi missa ein tinglim. Sambandsflokkurin og Framsókn fáa hvør sín.

    Tað hevði úrslitið verið, um løgtingsval var í dag. Í øllum førum sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Kringvarpið í gjárkvøldið.

    Sambandsflokkurin verður størsti flokkur við 23 prosentum av atkvøðunum. Tjóðveldi er næststørsti flokkur. Hann fær 21 prosent av atkvøðunum.

    Fólkaflokkurin fær 19,3 prosent av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin fær 18,8 prosent.

    Miðflokkurin fær 7,9 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 6,1 prosent og nýggi flokkurin Framsókn fær 3,8 prosent.

    ---

    Tingmannabýtið verður eftir hesari veljarakanningini, at Sambandsflokkurin fær átta, Tjóðveldi sjey, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin seks, Miðflokkurin tríggjar, Sjálvstýrisflokkurin tveir og Framsókn ein tinglim.

    793 veljarar vóru spurdir í veljarakanningini.


    < Tjóðveldi: Ferð á Føroyar | Fullveldi og fólkavøkstur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR