FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1020)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (37)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    176648

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli
  • Eiriks søga hins Reyða
  • Nýggjur formaður í KSF
  • Leggja til brots aftur á Vaglinum


  • 14.08.2011 | Evni: Røður
    Úr Nólsoy til Longulinju


    Vina Joensen, mamma Ova Joensen, Kristina, dóttir hansara, og Jógvan Arge lýða á Havnar Hornorkestur, sum spældi á hátíðarhaldinum, tá minnisframsýningin varð latin upp í Nólsoy leygardagin.Tað er ikki meir enn rímiligt, at Ovastevnan í árinum 2011 hevur eina fjølbroytta framsýning um bragdið, sum nólsoyingurin Ove Joensen framdi, tá hann fyri 25 árum síðani róði alla leiðina higani úr heimbygdini Nólsoy til ríkishøvuðsstaðin Keypmannahavn.

    Ikki eitt eyga var turt í kongsins Keypmannahavn, tá maðurin, sum stevnan er uppkallað eftir, steig á land á Longu linju og kysti ta lítlu havfrúnna, eins og hann hevði lovað, tá hann setti sær fyri at rógva allan hendan tein.

    Og eyguni vóru heldur ikki turr í Føroyum hesar dagarnar. Sjálvan ólavsøkuaftan tók Ove land á jútsku vesturstrondini. Hann fór inn í havnina í Thyborønne, sum hann tók til á sínum eyðkenda nólsoyarmáli, og var beinleiðis í útvarpinum við hesum fagnaðartíðindum, meðan spenningurin í kappróðrinum var í hæddini.

    Nólsoyingar og føroyingar allir vóru heilt uppi undir skýggjunum, og 10-mannafarið Nólsoyingurin undirstrikaði bragdið hjá Ova við at vinna ólavsøkuróðurin 1986 og hartil føroyameistaraheitið. Tá høvdu nólsoyingar tikið bæði Føroyar og Danmark við storm ein og sama dag.

    Jú, jú, tað vóru dagar. Ove var ovast á breddanum allastaðni. Hann reið á eini bylgju, sum ongum øðrum føroyingi hevur verið fyri. Fekk mikla viðurkenning fyri at hava framt tað ótrúliga – at rógva einsamallur heilt úr Føroyum til Danmarkar.

    Tað gingu sjey ár frá tí, sjógarpurin Ove í Nólsoy fekk hugskotið til ferðina, til sigurin var heima í triðju royndini. Tær báðar fyrstu í 1984 og 85 endaðu í Hetlandi. Men tað var ikki nóg mikið fyri hann.

    Nólsoyingar róku til Hetlands
    Søgnin vildi eisini vera við, at nólsoyingar áður høvdu flutt seg við báti úr Føroyum til Hetlands. Hetta skuldi vera fyri eini 350 árum síðani, tá faðir og tveir synir vóru farnir til útróðrar suður í Miðhavið. Vindur kom á teir av vestri og útnyrðingi. Teir drivu av og komu til Hetlands.

    Hin gamli kom aftur til Føroyar, men ið hvussu so er annar sonurin varð verandi í Hetlandi og búsettist har. Hetlendingar høvdu eina søgn um hendan tilburð, og teir vistu, hvør ættin hjá hesum nólsoyingi var í Hetlandi. Gamla ættarnavnið var Turnbull, hildu teir.

    Fróðarmaðurin Poul á Mýrini í Nólsoy segði, at her var søgnin, at hetta vóru menn úr Nýggjustovu, og hetta við navninum kundi bera til, tí Tyrnarbúr var fast í Nýggjustovu og menninir kundu vera haðani.

    Triðju ferð eydnaðist
    Triðja royndin hjá Ova byrjaði 1. juli 1986, tá hann legði út av Nólsoyarvík við tí eiggiliga farinum Dianu Victoriu, sum bátasmiðurin Hanus Jensen úr Skúvoy hevði smíðað honum.

    Tá hann ólavsøkuaftan var komin í Límfjørðin, var restin av teininum til Keypmannahavnar ein sonn sigursferð. Øll vildi síggja hendan sjógarpin og øll fagnaðu honum, tá hann róði bei av beii.

    11. august var svart av fólki á bryggjuni í Keypmannahavn og tók ímóti. Fremstir vóru borgarstjórin í danska høvuðsstaðnum og bygdarráðsformaðurin í Nólsoy Napoleon Hansen. Eisini Nólsoyingur var komin til Keypmannahavnar við síni manning saman við mongum øðrum at fagna Ova fyri tað fullkomna bragdið – og tað varð gjørt við lít.

    Ove hevði siglt um meginpartin av knøttinum. Hann hevði verið við føroyskum fiskiskipum og farmaskipum. Hann hevði róð út í Íslandi og Grønlandi. Tá Marité var í svárum trupulleikum á Kappanum, hevði Ove fototólið hjá sær á bátadekkinum og skjalprógvaði stríðið fyri lívinum.

    Hann hevði verið við skúlaskipinum Danmark, har hann var kvartermeistari í fimm ár. Tær drúgvu sjómansroyndirnar gjørdu, at hann fekk hýru við fremmandum seglskipum og stuttleikaskipum í eitt nú Karaibiahavinum og Kyrrahavinum. Eina ferð, hann var staddur í Ný Zealandi, hitti hann ein mann, sum hevði róð 1660 fjórðingar tvørtur um Tasmaniahavið.

    Tá fekk Ove hugskotið at rógva úr Føroyum til Hetlands. Tað tók sína tíð at fyrireika ferðina, men tá ætlanin var endaliga løgd, var leiðin víðkað til Danmarkar og Keypmannahavnar. Sum fulltikin sjómaður var Ove sannførdur um, at hann fór at klára ferðina. Og so varð.

    Í Petersenspakkhúsi
    Til minnis um bragdarferðina er Diana Victoria varðveitt og stendur her í kjallaranum í Petersenspakkhúsi, tey rópa í Nólsoy. Hetta er ein virðiligur karmur niðri við sjóvarmálan í heimbygdini. Petersenspakkhús varð upprunaliga nevnt Lonapakkhúsið. Lonamenn bygdu tað stutt eftir, at einahandilin var avtikin miðskeiðis í 19. øld. Her handlaðu teir og tóku móti fiski.

    Seinni yvirtók Krebs Petersen handilin og helt fram á sama hátt. Eftir hann húsaðist sonurin Petur Jákup Petersen her við síni fiskamóttøku og goymslu av ymsum slag, meðan handilin varð fluttur longur niðan.

    Heilt til endan av sekstiárunum var fiskakjallari her í hesum pakkhúsi. Nú eru Kunningarstova og ein lítil kaffistova í erva, meðan Diana Victoria dagliga stendur til framsýningar í tí gamla fiskakjallaranum í neðra.

    Sjálvsagt eru kjallarin og Kunningarstovan opin á Ovastevnu. Snekkjan hjá Ova verður sýnd fram, og tað ber eisini til at síggja myndir og filmsupptøkur frá tí mest merkisverdu ferðini úr Føroyum til Danmarkar, sum longu liggur eina heila fjórðingsøld afturi í tíðini.

    Við stórari virðing fyri Ova Joensen, hansara bragdi og huginum hjá nólsoyingum at goyma hetta minnið, lýsi eg framsýningina at vera latna upp.

    13/8-2011 ja

    ---


    < Nýggjur skúli á Argjahamri | Musikkskúlin byrjaður aftur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR