FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (32)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá


  • 09.03.2011 | Evni: Rřđur
    JPG havt teknistovu í 50 ár
    JPG havt teknistovu í 50 ár

    Tađ er mćr ein heiđur at siga nřkur orđ, nú heili fimmti ár eru liđin, síđani arkitekturin og skyldmađurin, Jákup Pauli Gegoriussen, byrjađi sína teknistovu í Havn.

    Palli hjá Liffu er ein mađur viđ mongum evnum og mongum áhugamálum, og tí stendur nógv eftir hann. Vit hava ein hóp av bygningum og húsum kring um í landinum, sum eru bygd í tí, sum eg plagi at nevna palla gregorianskum stíli, og tey smćđa seg ikki burtur.

    Tá iđ útvarpiđ ćtlađi sćr at byggja á sinni, leitađi Niels Juel sćr ráđ í danska útvarpinum. Har avráddu teir at lata danska arkitektaskúlanum ein fyrispurning um, hvřnn iđ teir hildu vera bestan til at tekna hetta serliga hús.

    Svariđ varđ greitt, at tađ var ongin grund at leita til Danmarkar eftir arkitekti til slíkt arbeiđi í Fřroyum. Tit fřroyingar eiga sjálvir mannin viđ tí bestu strikuni, segđi professarin, og hann eitur J.P.Gregoriussen.

    Áhuga fyri list

    Palli hevur eisini havt hug til at tekna annađ enn arkitekttekningar. Hann hevur giviđ út břkur viđ tekningum av býum og landslřgum í Fřroyum og uttanlands.

    Hann hevur teknađ fleiri fřroysk frímerki, og hevur eisini skorađ fřroysku bókmentaheiđurslřn M.A. Jacobsens fyri sína bókarřđ um kirkjurnar í Fřroyum.

    Palli hevur sýnt stóran áhuga fyri list, og tađ eru hansara strikur, sum síggjast aftur í Listaskálanum. Hann var eisini viđ til at gera bókina um skyldmann sín Tommy Arge, iđ m.a. lat eitt stórt og kent portrett av Palla Gregoriussen eftir seg.

    Lćra og ítróttur

    Hesin nćstelsti sonur kvívíkingin Magnus Gregoriussen og Liffu hjá Sigmundi á Argjum stríddi seg undir krígnum ígjřgnum realskúlan. Síđani arbeiddi hann í fleiri ár hjá arkitektinum Olafi Mortensen. Hađani fór hann á handverkaraskúla í Haslev, har hann fekk prógv sum konstruktřrur.

    Nú hevđi Palli fingiđ blóđ á tonnina og sřkti skjótt inn á kgl. danska kunstakademiiđ í Charlottenborg at lćra til arkitekt. Tađ gekk vćl. Í mars 1961 byrjađi hann sítt virksemi sum ráđgevandi arkitekur í Havn, og her hevur hann virkađ síđani.

    Tađ sćst kanska ikki so vćl í dag, men sum ungur var Palli ítróttamađur í fremstu rřđ. Hann var frammarlaga í fimleiki, frammarlaga í frćlsum ítróttum og gjřrdi eisini um seg í fótbólt.

    Hann var viđ á fyrsta dreingjaliđnum hjá HB í 1947, og stutt eftir vóru hann og vinmađurin Heri Jensen á ítróttaskúla í Ollerup í Danmark. Saman viđ Erlingi lítla kappađust Palli og Heri í áravís ein javnan dyst um heitiđ at vera besti fimleikari í Havn.

    Stovnađu felag

    Teir vóru eisini millum oddamenninar, tá ungdómar í Havn tóku máliđ um umstřđur til frćlsan ítrótt í egnar hendur og fóru undir at gera sínar egnu breytir og gravir á eini trřđ hjá Christiani Sandinginum úti viđ nýggja kirkjugarđ.

    Teir stovnađu ítróttafelagiđ Bragdiđ, sum so at siga varđ endurfřtt, nú vit nćstan 60 ár seinni framdu setningin at útvega frćlsa ítróttinum í Havn tíđarhóskandi umstřđur. Eisini Palli fegnađist tann dagin.

    Hesir tríggir vinmenninir slitu sínar barnaskógvar niđri í Bř. Har, sum Gríms Kambansgřta og Břgřta koma saman, standa í dag eini sethús. Upprunaliga stóđ onnur smiđjan hjá Gamla Smiđi á Argjum, Niels Lassen Arge, her á leiđ.

    Hann stovnađi ta fyrstu smiđjuna av mongum úti í Grind. Allir synir hansara tóku táttin upp eftir pápan, og tey bestu av teirra avrikum standa uppi enn dagin í dag.

    Íblástur frá argjamonnum

    Sřgan um Gamla kommunuskúlan var, at hann skuldi byggjast úr timbri, men so komu argjabrřđurnir aftur av Borđuni, har teir hřvdu lađađ vitan og vitapassarahúsini. Viđ Jákup Andriasi á odda vóru teir so framligir at teir góvu bođ upp á at gera skúlan úr gróti.

    Teir hřvdu lćgsta bođ og framdu ćtlanina – til stóra gleđi fyri samtíđina og ikki minni fyri eftirtíđina, iđ framvegis kann skođa hetta vćlaverk, í dag sum Ráđhúsiđ í Havn. Skúlin kostađi 37.000 krónur og varđ hildin at vera nóg rúmligur til einar tvćr řldir, men nú eru longu nógv ár síđani, hann flutti út.

    Óivađ hevur Palli fingiđ onkran íblástur frá skyldmonnunum. Alment er, at argjaslagiđ er ćttarkćrt, og einamest gjřrdi mosturin, Bette, burtur úr at hjúkla um minniđ um Andrass á Argjum og ćttarliđini av argjasmiđum, sum frá honum vóru ćttađir.

    Dřtrarnar hjá Sigmundi á Argjum

    Abbi Palla var Sigmund á Argjum. Hann lćrdi ymiskt smíđ hjá pápanum og í Danmark. Tá mamman doyđi, komu Sigmund og konan Greta heim úr Danmark og yvirtóku húsarhaldiđ á Argjum. Sigmundur yvirtók smiđjuna hjá hinum gamla niđri í Bř og lat eisini byggja eini sermerkt hús úr gróti viđ Kirkjugarđin á Svínaryggi.

    Í hesum heimi varđ stórur dentur lagdur á, at břrnini lćrdu. Hóast dřtrarnar hjá Sigmundi á Argjum vóru nógvar í tali, so fingu fleiri av teimum útbúgvingar í Danmark tíđliga í farnu řld. Einar fýra vóru niđri og lćrdu at seyma, og summar teirra lćrdu til lćrara aftrat.

    Tćr goymdu seg ikki burtur. Mamma Palla rak í eitt mannaminni hattabúđina Sóljuna, og fyri at fremja sřluna av sínum vřrum, smćddist hon ikki fyri sjálv at ganga mannequin í korsetti, enntá á ellisárum undir herrópinum hjá Sóljuni: ”Veriđ snřgg undir kjólanum.

    Sjónligar varđar

    Hjá Palla hevur veriđ umráđandi at gera mun, har hann er. Hann er Tjóđveldismađur um ein háls, og hann er altíđ á ferđ inn í nćsta projekt. Ongin verkćtlan er ov stór, og ongin er ov lítil. Kemur stígur í einastađni, er hann skjótur at leggja á annan bógv.

    Hóast árini hjá Palla ikki eru fćkkađ viđ tíđini, so havi eg varhugan av, at hann alsamt leitar og bíđar eftir tí ultimativu uppgávuni. Tí er so lítil friđur á honum.

    Men viđ sínum ídni, hugflog og listargávum hevur hann longu langtsíđani megnađ at seta sínar sjónligu varđar eftir seg sum arkitektur í Fřroyum – og tađ hugsi eg var ein av hansara setningum.

    Hjartaliga til lukku viđ hesum fimmti árunum.

    Jógvan Arge

    ---


    < Búskaparráđiđ vćntar eisini vřkstur | Hátíđarhald viđ Lřgmannabreyt >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR