Ætlanin hjá Rósu Samuelsen um at strika ætlanina at byggja sambýli til sinnisveik í Havn og at byggja í Sandavági ístaðin, lýkur einki av hesum krøvum, heldur Kommunusamskipan Føroya, sum nú eisini hevur meldað seg upp í kórið hjá teimum, sum undrast á ætlanina.
Kommunuskipanin tekur ikki støðu til, hvat slag av íbúðum, tað er rætt at byggja ella hvar í landinum rætt er at byggja.
Men samskipanin staðfestir, at høvuðsorsøkin til, at íbúðirnar ikki skulu byggjast í Havn, er at Tórshavnar kommuna hevur sett krøv til innkoyringina til stykkið, ið byggjast skuldi á, og at hesi krøv høvdu seinkað byggingini munandi.
- Kommunusamskipan Føroya metir hesa grundgeving verða ósakliga, ein óhjálpna roynd hjá Almannamálaráðnum at geva øðrum skylduna fyri at einki er hent á økinum - fyri ikki at siga, eina vána umbering fyri at broyta staðseting og innihald í ætlanini.
- Tað er ein sjálvsagdur rættur hjá kommununum at seta krøv til innkoyringar, tá størri almennir stovnar verða bygdir. Hesi krøv eiga ikki at verða atvoldin til tilvildarligar broytingar í eini verkætlan, og at verkætlanin verður flutt úr einari kommunu í aðra, sigur Kommunusamskipanin.
- Lógaruppskotið tykist sum heild illa fyrireikað og grundgevingarnar fyri at broyta ætlanirnar á økinum tykjast í besta lagi tilvildarligar, og Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at uppskotið eigur ikki at verða lagt fram í verandi líki, verður lagt afturat.
---