
Jógvan Arge fer leygardagin at signera bókina “Føroyar í flogsøguni” á flogvøllinum í Vágum. Signeringin fer fram í Gávubúðini Prýðið, sum samstundis heldur sín 20 ára føðingardag. Signerað verður frá kl. 15.00 til 16.00.
“Onki er meira natúrligt enn at hava eina signering í Vágum og ongantíð betur, um hon er á sjálvum flogvøllinum, sum hevur verið miðdepilin í føroysku flogsøguni í mong ár", sigur Jógvan Arge.
Í roynd og veru hava Vágar verið miðdepilin í føroyskari flogsøgu, síðani bretar undir seinna heimsbardaga bygdu sjóflúgvarastøð og flogvøll í Vágum.
Ein breyt varð undir krígnum gjørd liðug til hernaðarlig endamál, men bert fá flogfør nýttu vøllin, tí vend var komin í heimsbardagan.
Eftir kríggið góvu bretar føroyingum flogvøllin, men vónleyst var at fáa varandi loyvi at brúka hann til sivila ferðslu, um ikki dagføringar vórðu gjørdar.
Kortini varð royndarflogið heystið 1946, tá “Tjaldur” var sokkið á Mjóvanesi, men árini eftir søgdu loftferðslumyndugleikarnir, at vøllurin var ikki egnaður til tey flogfør, sum vóru tøk.
Hóast hesar trupulleikar keypti Føroya Flogfelag sítt egna flogfar, eitt Vickers Walrus, sum varð doypt “Erla Kongsdóttir”. Reglulig rutuflúgving var á skránni, men hon fekst ongantíð í lag, tí “Erla” koyrdi út av flogvøllinum og fekk stóran skaða.
Í fimmtiárunum lendi flogfør av og á á flogvøllinum, men ikki fyrrenn 1963 fekst regluligt rutusamband við umheimin í lag. Nýstovnaða Flogfelag Føroya hjá vágamonnum stóð tá fyri at avgreiða flogførini hjá Flugfélag Íslands.
Flogvøllurin hevur síðani verið sera týðandi arbeiðspláss og miðstøð í Vágum.
---