FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1020)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (37)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    176648

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli
  • Eiriks søga hins Reyða
  • Nýggjur formaður í KSF
  • Leggja til brots aftur á Vaglinum


  • 05.11.2010 | Evni: Bøkur
    Flogsøgan signerast á Skála


    Ikki so lítið í Føroyar og flogsøguni fer fram í Eysturoynni, serliga undir krígnum. Ein partur av bókini snýr seg um tað sambandið, sum føroyingar høvdu við flogfør undir seinna heimsbardaga.

    Og tað er ikki at siga, at hetta merktu ikki minst eystringar nakað til. Flogførini vóru í heilum yvir serliga Skálafjørðinum, har bretar høvdu sína krígshavn.

    Álopini skolaðu næstan inn yvir Skálafjørðin og bumbur vórðu í stórum tali tveittar eftir enskum tangaskipum og føroyskum fiskiskipum. Men verjan við Skálafjørðin var so mikið sterk, at Skálafjørðurin slapp undan stórum skaðum.

    Men hann var væl vardur við fleiri sterkum kanónstøðum av Nesi um Tofytir, Søldarfjørð, Skála, Innan Glyvur út á Strendur.

    Einasti flúgvarin, sum skotin varð niður yvir Føroyum, ein týskur Heinkel 111, neyðlendi á Gøtu´vík, har teir fýra týskararnir vórðu tiknir umborð á ein bát og førdir í land í Syðrugøtu, har bygdarfólkið og ein eingilsmaður tóku ímóti teimum.

    Flogfarið sakk, men varð tikið uppaftur og sent til Onglands til kanningar. Týsku flogmenninir fóru sama veg at sita krígsfangar.

    ---

    < Guðrið vann listaverkið til FIMI | Arkitektadagar í Havn >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR