FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Møguleikar…
  • replicas audemars piguet


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 11.10.2010 | Evni: Greinir
    Tveir veiðimenn lagt árar inn
    Tveir veiðimenn lagt árar inn

    Millum teir føroysku veiðimenn, sum skaraðu fram úr í farnu øld, vóru teir báðir skálvíkingarnir Tórstein Christiansen og Eiler Jacobsen. Teir royndu seg á hvør sínum øki. Annar sum útróðrarformaður og hin sum skipari og reiðari.

    Gisti í Skálavík eitt vikuskifti herfyri og fór mær ein túr fram við Stórá. Vildi skoða Grindafoss, sum seksæringurin hjá Tórsteini var uppkallaður eftir, og skálan, sum Eiler hevur reist og innilokað, í Grind.

    Grindafossur var ikki so langt niðan fyri tann stóra skálan. Tá teir gjørdu grønlandsbátin hjá Tórsteini lidnan í 1962, helt hann fyri við svágin Johs. Lydersen: ”So er tað navnið”

    ”Hví nevnir tú hann ikki Grindafoss? Tú hevur ikki gjørt annað heila lívið enn sitið undir Grindafossi og fiskað síl”, svaraði svágurin, og málið var avgjørt.

    ”Grindafossur” gjørdist kendur um allar Føroyar fyri óføran fiskiskap. Við honum var eigarin og formaðurin Tórstein í Skálavík bestur at fiska í Føroyingahavnini øll árini, hann var formaður har, frá 1962 til og við 1968.

    Til endans helt hann tó fiskiskapin vera alt ov nógv stýrdan av klokkuni. Hann kom heim úr Grønlandi við nýggja ”Grindafossi”, sum var meinlíkur Nordafarbátunum, og fór at rógva út undir Føroyum, nú góður bátahylur var gjørdur í Skálavík.

    Navnið Grindafossur fer altíð at vera knýtt at veiðimanninum Tórsteini Christiansen, sum doyði fyri einum lítlum ári síðani, mettur av døgum. Skilji, at elsti ”Grindafossur” er til enn, og at hugskot er um at fáa hann aftur til Skálavíkar.

    Tað verður bæði sum eitt minni um Tórstein og hansara røsku starvsbrøður, og sum minni um eina sera áhugaverda innløgutíð við føroyska bátinum, sum ikki kemur aftur.

    Tá eg spákaði í Skálavík hendan sunnumorgunin, varnaðist eg, at gøtan inn frá skálavíkarvegnum til skálan í Grind hevði fingið navnið Eiler Jacobsens gøta.

    Á henda hátt heiðra skálvíkingar søldfirðingin, sum bleiv bygdarmaður teirra og leingi gekk undan í fiskiskapi um alt Norðruatlantshav.

    Nú á gamalsaldri hevði hann í takklæti til bygdina og bygdafólkið útvegað eitt stórt jarðarstykki ovast í bygdini og var farin undir at byggja ein stóran skála til ymiska nýtslu. So stórar hallir og stovur hava valla verið í Sandoynni áður.

    Eiler var eisini fiskiklógv. Royndi seg einamest í nótafiskiskapi, og var sildakongur í mong Harrans ár. Fyrst við ”Boðanesi”, so við ”Ísborg” og ”Sólborg” og ”Krúnborg” og so framvegis.

    Hann fekk alla endurnýggjanina av fiskiflotanum við. Sjálvur varð hann í fimmtiárunum biðin til skipara á triðja føroyska stállínuskipinum ”Beinir” hjá Kimbil. Hann fylgdi við skipinum, tá tað varð selt til Ný Fundlands, og lærdi heimafólkið at fiska við línu.

    Eiler Jacobsen var maðurin, sum setti gongd á tann stóra sildafiskiskapin hjá føroyingum í Norðsjónum. Sildavirkini í Føroyum kláraðu ikki at taka móti íslandssildini, sum nýbygningurin ”Boðanes” úr Havn hevði fingið við nót.

    Eiler hirdi tí alla leiðina til marknað í Hirtshals. Ùt aftur komin, kastaði hann 100 fjórðingar úr Lista, og har brendi hann í sild. Tað gingu fleiri mánaðir, áðrenn manningin á ”Boðanesi” sá Føroyar aftur.

    Teir lógu í føstum farti millum marknaðin í Hirtshals og fiskileiðirnar í Norðsjónum og skovlaðu bæði sild og pengar inn. Skjótt fór Eiler saman við øðrum at byggja síni egnu skip.

    Sildaævintýrið var sera gott, meðan tað vardi. Síðani legði Eiler um til ymiskt annað. Svartkjafturin var bæði ringur og góður, og rækjurnar komu væl við eina tíð.

    Men tað var í uppisjóarveiðuni, Eiler kendi seg mest heima. Hann dugdi væl at endurnýggja skipini og leggja tey til rættis til optimala úrtøku við góðari útgerð og nógvari ferð, so tey vóru skjót á marknaðin.

    Báðir hesir úrmælingarnir vóru ágrýtnir. Tórstein lá ikki og bíðaði eftir fiskinum. Hann reikaði altíð replicas audemars piguet millum plinkarnar at finna fongin, og Eiler stóð í samdøgur á brúnni og stýrdi leiting og fiskiskapi.

    Mangar góðar fongir førdu hesir báðir til lands og kappingarneytarnir høvdu sjálvsagt altíð eyguni við, hvar teir vóru. Helst var okkurt at fáa har.

    Øvundarfólk mundu teir eisini hava, men tað fellir teimum í lut, sum skara framúr. Raskir vóru teir og spardu seg ikki.

    Við kvøðu

    Jógvan Arge.


    < Lønirnar vuksu 5,6 prosent | Drekki glaðir Føroya skála >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR