FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (33)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (45)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ


  • 29.07.2010 | Evni: Býráđiđ
    Stórur dagur á Argjum

    Stór mannamúgva var komin saman viđ fótbóltsvřllin á Argjum, tá nýggja áskođaraskýliđ og nýggja graslíkiđ vórđu tikin alment í nýtslu. Jógvan Arge formađur í mentamálanevndini og formađurin í AB, Andrass Drangastein, hildu rřđur.

    Heđin Mortensen sparkađi fyrsta bóltin til Andrass Drangastein, sum legđi hann á miđjuna kláran til landskappingardyst millum AB og EB/Streym. Eftir ein spennandi og javnan dyst fór EB/Streymur viđ sigrinum 2-1. Vinnarin fekk eisini steyp frá Tórshavnar kommunu, sum Jógvan Arge handađi.

    Her er vćl fagnađa rřđan, sum hann helt viđ dystarbyrjan:

    Rom varđ ikki bygdur eftir einum degi. Tađ vórđu Argir heldur ikki. Barcelona kom ikki upp á toppin eftir einum degi. Tađ gjřrdi Argja Bóltfelag heldur ikki. Men viđ góđum umstřđum, kann Argja Bóltfelag taka seg longur fram og gera rćttiliga vart viđ seg millum tey fremstu fótbóltsfelřgini í Fřroyum.

    Tađ gongur longu sjón fyri sřgn. Argja Bóltfelag byrjađi kvinnufótbóltin í Fřroyum, og er í dag einasta felag, sum kann bjóđa meistarunum av. Menninir á Argjum spćla á triđja ári í fremstu deildini. Tađ droymdi fáur um, tá Johnny Nyby fyri 30 árum síđani var so framligur at stovna eitt bóltfelag í hesum ítróttaliga ongan manna landi.

    AB er í dag eitt av landsins střrstu felřgum viđ 400 virknum fótbóltsspćlarum, og felagiđ er í střđugari menning viđ vćl skipađum barna- og ungdómsarbeiđi. Tórshavnar Kommuna virđir tađ arbeiđi, sum verđur gjřrt her úti fyri ítróttaungdómin og fyri trivnađin sum heild.

    Tí hava vit bara hetta seinasta áriđ spanderađ rúmar átta milliónir krónur til tess at umstřđurnar á Argjum skula standa mát viđ krřvini. Tađ gera tćr nú viđ einum fyrsta floks áskođaraskýli, sum ger hendan vřllin Inni í Vika til eitt rćttiligt stadion.

    Undir áskođaraplássinum kann AB eisini útvega sćr hart tiltrongt innivist til ítróttavirksemi, og viđ tí nýggja graslíkinum á sjálvum vřllinum hava Argir tann mest framkomna fótbóltsvřllin at spćla á í řllum landinum.

    Argir hava aldrin veriđ so frammarlaga í umstřđum til bóltleikir. Vón okkara er sjálvsagt, at trivnađurin og úrslitini fara at standa mát viđ umstřđurnar. Tá verđur ikki lukkuligt at koma í hornatřk viđ teir tiltiknu hvessingarnar á Argjum.

    Fari vegna Tórshavnar býráđ at takka tykkum, sum manna Argja Bóltfelag, fyri tađ ágrýtni, sum tit vísa í řllum lutum. Takki býráđnum og ikki minst mentamálanevndini fyri góđa undirtřku fyri málinum um tíđarhóskandi umstřđur á hesum leikvřllinum.

    Třkkin fyri vćlútint verk fer til teirra, sum gjřrt hava arbeiđiđ: P/f Búsetur viđ Sjurđi Holm og týsku altjóđa fyritřkuna Polytan.

    Viđ hesum orđum fari eg at lýsa áskođaraskýliđ á Argjum og Fřroya mest framkomna fótbóltsvřll at vera tikin alment í nýtslu tann 27. juli 2010 viđ dysti millum teir professionellu spćlararnar hjá Argja Bóltfelag og EB/Streymi í Vodafondeildini.

    Fyrst skula vit tó hava eitt sindur av amatřrfótbólti: Heđin Mortensen, borgarstjóri, fer at sparka fyrsta bóltin til formannin í AB, Andrass Drangastein.

    Góđa eydnu řll somul!


    < Ólavsřkukonsertin | Tann kommunala ólavsřkukonsertin >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR