FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • Mřguleikar…
  • replicas relojes rolex


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamađur í serklassa
  • Tjóđarlađing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 16.07.2010 | Evni: Greinir
    Jólamađurin fyllir 90 ár
    Hóast nógv er broytt, hevur eitt veriđ afturvendandi í útvarpinum á hvřrjum ári í nógv ár. Tađ er heilsanin jólaaftan til tann fyrsta jólamannin, sum eftir trúgva og drúgva tćnastu lat seg pensjonera frá hesum starvi fyri nú mongum árum síđani.

    Avloysararnir hava lagt sćr eina viđ at senda gamla jólamanninum eina heilsan, bćđi tá hann var staddur úti á trřđni í Grřnlandi og nú í seinastuni á Lágargarđi í Stoffalág. Hetta var samstundis ein heilsan til álvarsmannin og skemtaran Poul Arna Joensen, sum fyllir 90 ár leygardagin.

    Poul Arne er kendur fyri so mangt. Eina kendast mundi hann vera sum skemtari, og tađ var nćstan ikki tann veitsla og ikki tađ undirhald, sum hann og vinmađurin Oskar Hermansson ikki vóru til í teirra ungu dřgum og langt upp í vaksnamannaárini – fyri ikki at siga ellisár.

    Teir fóru blađungir undir at geva út jólablađiđ Fřlv, tá útlendski blađstreymurin til Fřroya steđgađi undir krígnum, og Fřlv var fastur jólagestur í flestu fřroysku heimum í eitt mannaminni.

    Sřgurnar vóru góđar, frásagnirnar áhugaverdar, yrkingarnar á hřgum stigi fyri ikki at tala um sangirnar, sum lógu inni í Fřlvi. Fyrstu árini fingu teir sjálvan Hans Andrias Djurhuus at gera sangirnar, men tá hann fall frá, tóku teir sjálvir yvir – og tađ var ikki minni forkunnugt.

    Knarvakotiđ, framtíđar ljósa hop, var ein sangur, sum rungađi í hvřrjum skoti seinnu helvt av fimtiárunum, Sára var ein annar og so viđ og viđ komu fleiri fulltreffarar, sum sóu verđina frá teirri skemtiligu síđuni. Frá teimum komu eisini barnasangir, sum rungađu í útvarpinum dag um dag ár eftir ár – Stórhvalagildiđ, Lítli Snar og you name it.

    Í Sjónleikarhúsinum var Poul Arne fastur fúsur í mong ár. Hann var millum teir trúgvastu at halda sjónleikara- og upplesarakynstrinum uppi í útvarpinum, og hann helt seg framvegis til at fara á pallin at skemta og yrkja, tá V4 sá dagsins ljós.

    Poul Arne er sřrvingur, sonur Nesa Kristinu og Jóhannus hjá Lona Jógvani. Mamman úr Nesinum í Vestmanna og pápin úr Sřrvági. Poul Arne er miđlingur av sjey systkjum. Bert 15 ára gamal kom hann til Havnar at lćra til prentara hjá Arnoldi Řster. Har sluppu hann og Oskar at bróta um og prenta Fřlv, tá alt annađ var gjřrt.

    Poul Arne arbeiddi sum prentari í nřkur ár, men so broytti hann kós. Hann fór á heilsřluna hjá Poul Hansen í Havn sum sřlumađur. Har var hann í eini 20 ár. So var hann nřkur ár á heilsřluni Grřđi, og seinastu 15 árini av arbeiđslívinum sat Poul Arne Joensen innanfyri rútin í Havnar Sjúkrakassa og avgreiddi fólk.

    Hann sá altíđ so álvarsamur út, tá hann hugdi at tćr upp um brillurnar í hesum friđsama umhvřrvinum, men eisini har mundi mangur láturin runga innan í honum og okkurt skemtiligt hugskot koma í stropa.

    Poul Arne var mestsum gamal drongur, tá hann giftist systir Oskar, Svanhild, sum eitt nú var kend fyri sangin um Lítla Snar. Hon doyđi fyri góđum fimm árum síđani. Dreingirnir Mourits og Páll Árni hava seks břrn, og hesi abbabřrnini hava higartil ríkađ Poul Arna viđ fimm langabbabřrnum.

    Poul Arne fór ongantiđ aftur til Sřrvágs at vera. Men saman viđ brřđrunum Louis og Kristoffuri átti hann snurrváđsbátin ”Akranes” í teirri ringu tíđini fyrst í fimtiárunum. Teir hórađu undan, og nakađ seinni keypti Poul Arne trřđna hjá Jákupi í Snikkarastovu úti í Grřnlandi.

    Har dámdi honum vćl at vera og har legđi hann nógv fyri.Seinni bygdi hann sćr bćđi stór og snotulig hús á trřđni.

    Poul Arne er sjálvstýrismađur. Tađ gav at bíta einaferđ, hann var har vesturi og ferđađist. Tey gomlu bóđu hann fara at heysa flaggiđ. Hann segđi nei. Hann heysađi ikki danskt flagg á fřroyskari jřrđ. Tá skuldi Nesa Kristina hvessa eftir honum: ”Hvat er tađ fyri basillur, tey geva tćr í Havn?”.

    Poul Arne og Oskar vóru útvarpinum trúgvir veitarar á so mangan hátt. Ein ávísur felagsskapur tóktist vera millum teir báđar og útvarpsstjóran Niels Juel. Teir vóru so javngamlir. Hřvdu Oskar og Niels Juel livađ, hřvdu teir fylt 90 í nćsta mánađa.

    Mangt liggur eftir svágrarnar báđar bćđi í útvarpinum og ađrastađni Í hesum dřgum kemur út ein diskur viđ eldri tćttum og vísum. Har liggur parturin hjá Poul Arna og Oskari ikki eftir. Frálíkt, at hetta er varđveitt og nú verđur komandi framat. Sumt hevur sín uppruna úr Fřlv, annađ úr útvarpinum og upp aftur annađ frá plátuútgávum.

    Poul Arne hevur eisini veriđ ítróttamađur. Í hesum ólavsřkutíđum hevđi veriđ skeivt ikki at nevnt. at hann í 1950 var lćrmađur á Gamla replicas relojes rolex Havnarbátinum, tá teir vunnu allar stevnurnar, á ólavsřku frammanfyri Suđuroyingin, Nýggja Havnarbátin, Vestmenningin og Klaksvíkingin.

    90 ár eru ikki 90 dagar. Nógv vatn er runniđ í ánni hesi árini, síđani Poul Arne varđ borin í heim 17. juli 1920. Eg ivist ikki í, at Poul Arne viđ sínum bćđi álvarsama og skemtiliga lyndi hevur fingiđ nógv burtur úr lívinum bćđi so og so.

    Til lukku viđ degnum og takk fyri mangan pakkan.

    Heilsan

    Jógvan Arge


    < Eysturvřllur nćrkast | Neistin smíđar >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR