FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (39)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bćđi frásřgufólk og originalar
  • Jógvan Arge 70 ár
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki


  • 28.06.2010 | Evni: Ítróttur
    Neistahřllin í Vesturbýnum
    Nú eru loksins útlit til, at ein harđliga tiltrongd ítróttarhřll verđur bygd í Vesturbýnum í Havn. Eftir sjey ára togan hevur Tórshavnar býráđ nú samtykt at játta hondbóltsfelagnum Neistanum ein leigusáttmála fyri lendi úti viđ Skeivu trćbrúgv á Landavegnum at byggja eina einstaka hřll á.

    Toganin hevur eitt nú stađiđ um, antin byggjast skuldi ein vanlig einkult ítróttarhřll ella ein střrri hřll. Neistin hevur bođiđ seg fram viđ eini áhugaverdari miljónmaupphćdd at byggja hřllina, men teirra útgangsstřđi hevur veriđ ein einkulthřll, međan annađ sjónarmiđ hevur veriđ at byggja střrri hřll.

    Tann vansin hevur veriđ viđ hesum, at so fór projektiđ hjá felagnum Neistanum fyri bakka, og Neistin kom sum fráleiđ at stríđast viđ ein eigara aftrat, og vit vita jú, at tađ kemur sjáldan nakađ gott burtur úr at hava fleiri harrar í sama húsi.

    Tí er tađ sera hugaligt, at eitt einmćlt býráđ viđ řllum trettan atkvřđum fyri og ongari imóti samtykti at gera leigusáttmála um lendi til eina einkulthřll í Vesturbýnum.

    Tađ er sera sjáldsamt, at eitt felag kemur sjálvbođiđ viđ eini miljónaupphćdd til eina byggićtlan. Neistin hevur í fleiri ár havt einar sjey-átta milliónir třkar til byggingina. Nú hevur felagiđ hćkkađ sín innsats til 10 milliónir krónur, sum svarar til 40 prosent av metta kostnađinum.

    Siđvenjan var, at kommunurnar stuđlađu slíkum ćtanum viđ 30 prosentum og landiđ viđ 30 prosentum. Tórshavnar kommuna hevur fyri árum síđani samtykt at játta síni 30 prosent, men verri hevur gingiđ viđ landinum. Seinastu bođini, sum Neistin hevur fingiđ hađani, eru, at felagiđ fćr ikki stuđul frá landinum til sína hallarbygging.

    Tá tú hevur skođađ leikin, sum tryggjađi Klaksvík eina hřll aftrat partvís gjřgnum landskassan og seinni hevur veriđ vitni til leikin um ítróttarhřllina á Sandi, sum landiđ skal rinda alla, sum hon er, er tađ kanska ikki so lřgiđ, at tey, sum liva og búgva í Havn, kenna seg ikki sřrt stoytt. Tey liva eisini í Fřroyum.

    Tađ hevur Tórshavnar Býráđ eisini tikiđ střđu til. Býráđiđ hevur viđ undirtřku frá hvřrjum einasta býráđslimi samtykt at játta Neistanum ein meirstuđul, so felagsins hugaliga ćtlan ikki fer fyri bakka, men verđur framd.

    Hesin stuđul er 7,75 mió kr, og svarar til tađ, sum Neistin og kommunan vćntađu, at Neistin fór at fáa frá landinum á sama hátt, sum onnur plagdu at fáa. Afturfyri stuđulin fćr kommunan ávís rćttindi og veđ í hřllini, so vissa er fyri, at skattaborgarans peningur er vćl farin.

    Hallarbyggingin er alneyđug. Trongt er í řllum hallum í Havn. Tađ darvar ítróttamenningini og trivnađarmřguleikunum, og tí fremur Neistin eitt óhoyrt og kćrkomiđ átak viđ síni hřll.

    Tađ dámar kommununi vćl. Vit síggja fram til gott samarbeiđi viđ Neistan um hřllina, sum sera skilagott verđur bygd í tí ítróttaliga ongan-manna-landinum vesturi í býnum, har hon óivađ fer at dugna bćđi havnarfólki, heimanfólki og argjafólki.

    Jógvan Arge, formađur í mentamálanevndini í Havn


    < Niklas Jógvan heilsar upp á prinsagemalin | Neistin takkar Tórshavnar Býráđ >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR