FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 27.06.2010 | Evni: Býráđiđ
    Vćdderen purrar út viđ skotum
    Longu klokkan hálvun nýggju sunnumorgunin koma Brimil og Vćdderen skúmandi niđan ígjřgnum Nólsoyarfjřrđ og Vćdderen skjýtur ikki fćrri enn 27 kanónskot fyri drottningini, sum kemur úr Sřrvági viđ kongaskipinum Dannebrog, sum leggur at viđ Bursatanga eini trý korter seinni.

    Her eru nřkur brot úr vitjanini í Havn í morgin sunnudagin:

    Í Havn taka lřgmađur, borgarstjórin og ríkisumbođsmađurin ímóti á Bursatanga kl. 09.30, har Havnar Hornorkestur spćlir. Millum gestirnar innanfyri girđingina annars eru t.d. tingformađurin og biskuppur. Alt fylgiđ skal spassera út í Tinganes, har lřgmađur presenterar landsstýrisfólkiđ. Síđan fara drottningin, prinsgemalurin, lřgmađur og ríkisumbođsmađurin ein gongutúr niđan á Áarvegin saman viđ Heđin Mortensen, borgarstjóra.

    Í lřgtinginum tekur Hergeir Nielsen ímóti og presenterar starvsfólk og tingmenn. Drottningin vitjar ”lobbyrúmiđ” á loftinum har hon fćr kaffi og kransakaku. Aftaná verđur fariđ til gudstćnastu í Hoyvíkar kirkju.Tá drotningin kemur niđan til Hoyvíkar kirkju handar Elisabet Holm Simonsen drotningini blómutyssi. Elisabet er dóttir Jákup Símun Simonsen býráđslim og kirkjuráđsformann í Hoyvíkar kirkjusókn. Eftir at hava vent umborđ aftur verđur fariđ aftur í kirkjuna til frokost. Vertir eru Uni Nćs, Jógvan Fríđriksson, Jákup Sěmun Simonsen og Katrin Dahl.

    Aftaná frokostin verđur fariđ í nýggja skúlan viđ Lřgmannabreyt. Heđin Mortensen borgarstjóri tekur ímóti, međan abbasonurin, sum eisini eitur Heđin Mortensen, handar drottningini blómutyssi. Borgarstjórin og frú presentera allar býráđslimirnar viđ maka. Skúlastjórin Hřgni Joensen vísir skúlan fram saman viđ arkitektinum Árna Winther og listarmanninum Edward Fuglř.

    Aftaná at hava sćđ ein av mest framkomnu skúlum í kongaríkinum fer drottningin oman í býin at síggja mest framkomnu fimleikarhřll í kongaríkinum, Fimi. Borgarstjórin presenterar leiđslu og umbođ fyri fimleikararfelřgini, Jógvan Arge, formađur í mentanarnevndini, og Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, greiđa frá.

    Kl 16 seinnapartin fer drottningin umborđaftur á kongaskipiđ, har hon fer at handa ”ordanar”, riddarakrossar o.a. Heindrikkur prinsur fer beinleiđis frá skúlanum viđ Lřgmannabreyt ein biltúr viđ varaborgarstjóranum í Havn Boga Andreasen og uttnríkisráđharranum Jřrgen Niclasen út í íshúsiđ á Argjum at síggja okkara akvarium. Leiđarin tekur ímóti og prinsgemalurin fćr gávu.

    Síđan verđur fariđ oman at vitja Súna Vinther og Reyđa Kross. Her hevur prinsgemalurin vitjađ fyrr. Eli Lyngvej Larsen fer aftaná vitjanina at vísa prinsgemalinum nýggja bjargingarbátin Lív sum liggur í Vágsbotni. Prinsgemalurin fer eisini ein túr at uppliva, hvat Lív veruliga hevur at vísa. Aftaná leggur Lív at kongaskipinum, so Heindrikkur prinsur sleppur umborđ aftur.

    Um náttverđatíđ kemur ríkisumbođsmađurin eftir teimum kongaligu. Fariđ verđur niđan á Hotel Fřroyar, har lřgmađur tekur ímóti. Dřgverđin endar klokkan 22.30 og mánamorgunin fer kongaskipiđ til Vestmanna. Drottningin og prinsgemalurin fara út á tyrlupallin og flúgva til Mykinesar.


    < Granskingarpengar til Bitland | Niklas Jógvan heilsar upp á prinsagemalin >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR