FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 20.04.2010 | Evni: Býráđiđ
    Pengar til ítrótt og mentan
    Mentamálaráđiđ: Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabř, hevur vegna Fřroya Landsstýri skrivađ undir samstarvsavtalu viđ Lokale- og Anlćgsfonden, LOA-grunnin, soleiđis at fřroyingar í ár kunnu sřkja um stuđul til ílřgur innan ítrótt og mentan.

    Mentamálaráđiđ og ÍSF fara í nćstum, saman viđ umbođum fyri LOA-grunnin, at skipa fyri einum kunnandi fundi, har hřvi verđur at seta fram spurningar og samskifta um ávísar ítřkiligar verkćtlanir.

    Viđ avtaluni viđ LOA fer at bera til at sřkja um stuđul ella lán til střrri ílřgur í ítróttaverklřg, mentanarhús, sjónleikarhús, konserthús, verklřg til skótar, biografar, tónleika- og dansiverklřg o.t. at nýta til almannagagnlig endamál. Tey, sum kunnu sřkja, eru felřg, stovnar, grunnar og kommunur, sum ynskja at byggja og reka verklřg uttan fíggjarlig egináhugamál.

    LOA-grunnurin er danskur grunnur, iđ verđur fíggjađur viđ 8% av donsku veddingarpengunum, harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfć, sum donsk ítróttarfelřg settu í grunnin, tá iđ hann varđ stovnađur í 1993.

    Árliga gjaldiđ til LOA-grunnin er uml. 540.000,- kr. Stjórnin í Ítróttarsambandi Fřroya hevur játtađ at rinda kr. 200.000,- hetta fyrsta áriđ, fyri at hjálpa til viđ at fáa gongd á máliđ, og restina fíggjar Mentamálaráđiđ.

    Landsstýriskvinnan fegnast um, at Ítróttarsamband Fřroya hevur stuđlađ og tikiđ so vćl undir viđ at fáa avtaluna viđ LOA-grunnin í lag. Forsetin í Ítróttarsambandi Fřroya, Petur Elias Petersen, fegnast eisini um avtaluna, sum hann heldur er ein góđur mřguleiki at fáa eksternan stuđul til áhugaverdar byggiverkćtlanir innan ítrótt og mentan.

    Í lřtuni verđur eitt lógaruppskot viđgjřrt í tinginum, har skotiđ verđur upp at endurrinda mvg av byggiútreiđslum til ítróttar- og mentanarverklřg. Hetta fer eisini at břta munandi um stuđulsmřguleikarnar, og fer at stuđla uppundir og menna bygging innan mentanar-, ítróttar- og frítíđarvirksemi. Á henda hátt verđur slóđađ fyri bćđi trivnađi og nýggjum virksemi.


    < Kára Helmsdal til heiđurs | Atlantsflog fyrst til og úr Kastrup >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR