FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 10.03.2010 | Evni: Ymist
    Eftir arbeiđstíđ
    “Eftir arbeiđstíđ”

    Rithřvundur, býráđslimur og HB-ari

    Tey munnu vera fá, sum ikki hava sitiđ viđ útvarpstóliđ og lýtt á spennandi fótbólts- og kappróđrafrásagnirnar hjá Jógvani Arge, útvarpsmanni, hesi seinastu 40 árini. Men Jógvan hevur heldur ikki ligiđ á lřtu síđuni í frítíđini, og tađ er í hesum hřpi, Starvsblađiđ hevur hitt hann.

    Higartil hevur hann latiđ útviđ 20 břkur úr hondum. Partvíst siđsřguligar, og fyri ein part břkur, sum hann, eftir umbřn, hevur skrivađ um felřg og fyritřkur, í sambandi viđ merkisár teirra.

    Siđsřguligu břkurnar – Teir tóku land – snúgva seg um fřroyingar í Grřnlandi. Hetta er um tíđina, frá tí fřroyingar fyrstu ferđ fóru til Grřnlands viđ skipi í 1906, um útróđurin frá tríatiárunum til sjeytiárini til virksemiđ helt heilt upp at í 1989 og fřroyingar sleptu Fřroyingahavnini.

    Byrjanin til bókarřđina var, at pápi Jógvan, Niels Juel Arge, var í Grřnlandi, serliga Fřroyingahavnini og Ravns Stóroy, og gjřrdi útvarpssendingar um fřroyska virksemiđ har. Tađ gjřrdi sítt til, at Jógvan fekk áhuga fyri hesum. Annars minnist hann eisini, tá hann sum smádrongur og hálvvaksin hoyrdi tíđindi frá teimum ymisku útróđraplássunum í Grřnlandi; hvussu mikiđ hvřr hevđi fiskađ, og tá Karin K, Blikur og onnur skip komu á Havnina eftir bátum til útróđurin har yviri. Hetta helt hann vera ikki sřrt ćvintýrakent.

    -Eg segđi einaferđ viđ Gamla, at eg ćtlađi mćr at fara at skriva sřguna um Fřroyingahavnina, men svariđ, eg fekk, var, at tađ ćtlađi hann sćr sjálvur at gera, og so hugsađi eg ikki meira um tađ. Pápin byrjađi eisini at skriva um grřnlandsfiskiskapin sum heild, men slepti evninum, tá hann miđskeiđis í 80-unum fór undir at skriva um stríđsárini, greiđir Jógvan frá.

    So mikiđ hevđi Niels Juel kortini skrivađ, at tá Jógvan kom fram á handritiđ eftir at hava veriđ eina ferđ til útróđrarhavnirnar í Grřnlandi miđskeiđis í nítiárunum, var tađ eitt spćl at greiđa tađ til prentingar, og soleiđis kom fyrsta bókin um Grřnlandsútróđurin út. Evniđ var so mikiđ spennandi, at Jógvan gjřrdi av at halda fram viđ bókarřđini, sum taldi ikki fćrri enn átta břkur.

    Tćr hřvdu stóran áhuga millum fólk. Mong kendu seg aftur og mintust aftur á gamlar dagar. Tađ segđist, at hesi árini břkurnar komu út, hřvdu konurnar ongan trupulleika at finna monnunum rřttu jólagávuna.

    Břkur um stovnar og felřg

    Mangan hevur veriđ bođ eftir Jógvani í sambandi viđ at onkur stovnur ella okkurt felag rundađi okkurt áramót. Fyrsta bókin av hesum slag var bókin um Sjóvinnubankan, sum Jógvan skrivađi saman viđ Niels Juel, og sum kom út í 1983. Árini eftir komu fleiri. Onkur var serliga tíđarkrevjandi, tí keldutilfar var ikki serliga atkomuligt. Tađ var m.a. í sambandi viđ bókina um Fřroya og Havnar Arbeiĺsgevarafelag, og tí skuldi eitt stórt uppsřkjandi arbeiđi til, eisini fyri rćttiliga at skilja tíđina, tá arbeiđsgevara- og arbeiđarafelřgini tóku seg upp.

    At skriva bókina um Skipara- og Navigatřrfelagiđ var eisini serliga spennandi. Hon gjřrdist líka nógv ein fiskivinnu- og skipasřga sum sřgan um eitt felag. Í bókini varđ dentur lagdur á nýggjar leiđir innan fiskivinnuna hesi hundrađ árini, og tann lut sum felagiđ hevđi í samfelagskjakinum og -menningini í farnu řld. Jógvan sigur, at allar uppgávurnar hava veriđ spennandi á sín hátt. Tađ veri seg fimtiára-bókin um partafelagiđ Leif Mohr, um Tórshavnar Skipasmiđju, um Fiskasřluna og bókina um SEV, sum meira at kalla gjřrdist ein hundrađ ára elektricitetssřga, hóast SEV bert fylti fimti, tí kjakiđ um el í Fřroyum byrjađi longu fyrst í farnu řld. Bókin um HB – Havnarmenn í Gundadali - var eisini ein áhugaverd uppgáva, men hon voldi ikki hřvundanum stórt hřvuđbrýggj. Jógvan hevur altíđ veriđ HB-ari, kendi allar hornasteinarnar í sřguni, og sum yngri var hann eisini partur av hópinum á vřlli.

    Tćttir til V4

    Jógvan hevur eisini roynt seg sum táttayrkjara. Sjálvur sigur hann, at tađ var av berandi neyđ, at hann fór at yrkja til V4. Nógvir tćttir skuldu til, og tađ var ikki altíđ, at allir táttayrkjararnir vóru třkir, og tí royndi hann onkuntíđ at fylla upp í sendingarnar. Um sínar egnu tćttir sigur Jógvan, at hann royndi at fáa teir skemtiligar og eitt sindur speirekandi - kanska vóru summir í so meinfýsnir - men nú, so mong ár eftir, heldur hann ikki, at nakar tekur sćr tykni av tí. 16 av tćttunum gav hann út í bóklingi. Onkur kennist helst viđ “Skriva til Marner”, “Mín Arabo...” oh fleiri

    Býráđslimur

    1. januar í 2001 varđ Jógvan valdur í býráđiđ í Havn fyri Tjóđveldisflokkin, og hevur framvegis sćti í býráđnum. Politiski áhugi hansara er kortini ikki nýliga íkomin. Stórur politiskur áhugi var ikki minst millum ungfólk í 60-unum,- eisini millum nćmingarnar á Studentaskúlanum. Hetta var tá sjálvstýrislandsstýriđ ráddu fyri borgum, og fleiri av teimum meira sjálvstýrissinnađu nćmingunum vóru eisini rćttiliga virknir í nćmingafelagnum á skúlanum. Jógvan var ein teirra, var formađur í Nćmingafelagnum eitt skeiđ, og gjřrdist um sama mundi eisini nevndarlimur í Unga Tjóđveldinum.

    Eftir tíđina í Hoydřlum fór Jógvan til Danmarkar at nema sćr journalistiska útbúgving, og heim aftu rkomin fór hann at arbeiđa í útvarpinum, men hóast politiski neistin ikki var křlnađur, bar ikki til at hava so sjónlig politisk áhugamál, tí har skuldi tú vera uttanveltađur eygleiđari. Politikkurin mátti tí hvíla til einaferđ síđst í 90-unum, tá hann ikki longur fekst so nógv viđ tíđindaflutning, og so bar betri til.

    ÍSF forseti

    Í sínum arbeiđi í útvarpinum varpađi Jógvan nógvan ítrótt út, og tađ mundi vera avrikiđ hjá hondbóltslandsliđnum í Portugal í 1976, sum gjřrdi sítt til, at hann stillađi upp til starvsnevndina hjá ÍSF. Fyrsta áriđ, 1977, var hann nćstformađur, og gjřrdist síđani ÍSF forseti, sum hann var í tvey ár.

    -Tađ vóru serliga tvey mál sum vit arbeiddu viđ. Annađ var at umskipa felagsskapin, soleiđis at heimildirnar lógu úti í deildunum, tađ sum seinri gjřrdist sersambond, og hitt var uttanlandssamvinnan. Eitt var, at vit sřktu um ymiskan limaskap, men so máttu vit eisini vísa, at vit kundu skipa fyri onkrum í Fřroyum, og tađ eydnađist eisini, tá vit kundu bjóđa okkum fram til at skipa fyri CHM í hondbólti í 1980, sigur Jógvan, sum eftir tey bćđi árini sum forseti mátti ásanna, at tađ gekk út yvir leiđarastarviđ í útvarpinum at hava ÍSF sum frítíđarítriv.

    Onkrar planir spřkja

    Spurdur um okkurt av tí bókliga er ávegis, dregur Jógvan eitt sindur á.

    -Eingin veit. Eg havi ikki havt so góđar stundir, men nú eg havi valt at fara nakađ niđur í arbeiđstíđ í útvarpinum, verđur kanska onkur lřta til avlops. Eg havi hvřrki trřđ ella bát, bert 426 fermetrar uttan um húsini, sum er ríkiligt, men kortini yvirkomiligt.

    Eg eri í hvussu er farin at rudda eitt sindur upp í pappírsrúgvunum og myndunum, eg havi á loftinum fyri at fáa meira skil á, hvat har er. Jú, kanska, onkrir planir spřkja, men fyri tađ fyrsta má hugskotiđ vera gott, og fyri tađ nćsta skal tađ kunna seljast, tí lítil meining er í at geva út og harafturat gjalda fyri tađ.

    Hóast samrřđan ikki skuldi snúgva seg um hansara arbeiđi í útvarpinum loyva vit okkum ein spurning: Verđur Jógvan aftur at hoyra í útvarpinum í sambandi viđ kappróđurin í summar?

    - Nú fáa vit at síggja, hvussu fer at liggja fyri.


    < Skúlin á Argjahamri | Nýggja 10. flokstilbođiđ steđgađ fyribils >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR