FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 13.12.2009 | Evni: Býráđiđ
    Havnin heiđrar tónleikarar
    Tey av Kamarinum og Simme tey hava fingiđ heiđursskjal frá Tórshavnar Býráđ fyri teirra týdning og avrik innan tónleik í hálva řld.

    Tey av Kamarinum, Nicolina, Áslakkur, Eyđbjřrn, Ingolf, Jákup og Birgir Jacobsen fingu heiđursskjal fyri fřroyskan tónleik á plátu í hálva řld.

    Simme og tey, Connie Dam og Simme Arge Jacobsen, fingu sum umbođ fyri řll tey mongu, sum hava sungiđ og spćlt saman viđ teimum, heiđursskjal fyri virkni og víđskygni innan fřroyskan tónleik í hálva řld.

    Heđin Mortensen, borgarstjóri, og Jógvan Arge, formađur í mentamálanevnd Tórshavnar Býráđs, handađu heiđursskjřlini á samkomu í Mullers pakkhúsi hósdagin, tá trý bind aftrat av Havnar sřgu vórđu lřgd fram


    Í grundgevingini fyri heiđursskjalinum til Tey av Kamarinum verđur sagt: ”Hálv řld er runnin, síđani Tey av Kamarinum gjřrdu fyrstu grammofonplátuna og á henda hátt lřgdu lunnar undir fřroyskan popptónleik fyrst og fremst í Útvarpinum, men eisini í Dansistovum úti um landiđ. Úr gerandislívi verkafólksins, heima og úti, hava tey av kamarinum megnađ at seta orđ á kenslur hjá fřroyingum, sum eftir loknan arbeiđsdag kunnu savnast til dans ella samkomu og lurta eftir tónleikinum hjá systkjunum úr Konradsbrekku í Havn. Úr egnum umhvřrvi hava tey av Kamarinum skapt ein heimligan pall, iđ er egin, ektađur og slitsterkur. Tórshavnar Býráđ vil viđ hesum heiđursskjali seta Teimum av Kamarinum merki í 100 ára býarsřguna og minnast teirra drúgvu tćnastu fyri bý okkara.”


    Heiđursskjaliđ hjá Simma og teimum er soljóđandi: ”Hálv řld er runnin, síđani Simme Musikkhús lćt upp og Simme, saman viđ řđrum, prógvađi, at til ber at gera plátur á fřroyskum. Viđ tónlistarligum arbeiđsroyndum úr grannalondunum var Simme hin fyrsti at vísa á tónleikin sum nýggjan vinnuveg. Tađ var á heimferđ viđ Tjaldrinum, at Simme gav sanginum hjá sváginum Birna Dam um rasmus endaliga skapiđ, iđ vit řll kenna. Undangongumađurin Simme var hin fyrsti at geva ungdómi ljóđ í Útvarpinum, og síđani hevur hann veriđ stuđul, kveikjari og fyriskipari, eisini í Tilhaldinum. Tórshavnar Býráđ vil viđ hesum heiđursskjali seta Simma og teimum merki í 100 ára býarsřguna og minnast teirra drúgvu tćnastu fyri bý okkara”.

    Nicolina takkađi vegna Tey av Kamarinum fyri heiđurin, sum tey vóru sera fegin um.

    Simme tók eisini orđiđ og funderađi um, hvat Simme og tey var fyri eitt hugtak. Jú, tađ var eitt stórt liđ av fólki gjřgnum árini. Hann var biđin um at lata býráđnum nřvnini, men tá hann var komin upp um 20, gavst hann at rokna upp – og helt at uppgávan var ómřgulig. Tí var tađ endađ viđ teimum báđum ikonunum, hjúnunum Connie og Simma, á heiđursskjalinum – men heiđurin galt ikki minni hini mongu.

    ---


    < Havnar sřga: Frá landnámi til okkara dagar | Fyrireika musikkskúla í Havn >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR