
Tórshavnar kommuna heldur aftur í ár 100 ára føðingardag. Hesaferð, tí hon hevur havt fólkavalt býráð í eina øld. Tað merkir, at hesi 100 árini hava havnarfólk havt tey býarstýri, sum tey sjálv hava viljað havt.
Men Havnin er nógv eldri enn so. Ólavsøka hevur verið hildin her í mong hundrað ár, og tingið hevur verið sett her í havnini hjá Tóri í meir enn 1000 ár.
Allir vegir føra til Havnar – eisini á ólavsøku. Føroyingar í øllum aldri hittast til gaman og álvara. Havnin er í fínasta skrúð og er gjørd út til enn eina minniliga tjóðarhátíð. Vit eru øll sum eitt og brynja okkum saman til tað komandi árið.
Men heitini Tórshavn og Ólavsøka umboða hvør sítt rák. Í Norðurlondum var gamalt at seta tingið heldur fyrr á sumrinum, t.d. á Bótólvssøku, tí tá lá betur fyri hjá tingbóndunum at koma til tings. Ólavsøkan var ikki fyrrenn deyðadag Ólavs Haraldssonar á Stiklastøðum 29. juli. Hana hildu prestar og bispar við sínum ólavsgildi.
Júst í eini roynd at fáa føroyingar rættiliga at virða Ólav Halga verður hildið, at tann máttmikla kirkjan gjørdi av, at tingsetanin og ólavsøkan skuldu verða um eina leið – í sjálvari havnini hjá Tóri - og væl hevur vignast.
Rumbul á Dalatingi
Føroyingar hava kvøðið nógv á ólavsøku, og tað var tann tíð, tá kvæðini ljómaðu eftir allari høvuðsgøtuni langar ólavsøkunætur. Ólavur og Tórur vóru millum teirra, sum kvøðið varð um. Eitt nú í Gudbrandskvæðinum, tá Ólavur hin Heilagi kristnaði alt Noregi.
Gudbrandur í Gudbrandsdali var tann seinasti, sum eftir var. Tá sonur hansara tók við kristnari trúgv, spann øði í hann. Hann boðsendi Ólavi kongi á sín fund í Gudbrandsdali, har hann vildi bera sjálvan Tóra gud fram fyri hann.
Gudbrandur ivaðist ikki í, at Ólavur kongur fór at lúta í sínum skeggi, tá fimtan menn bóru Tór á tingið inn við stórari sleggju í hondum og hamarinum Mjølnir mót tonnum.
Men meðan teir skoðaðu sólina, sipaði ein av kongsins monnum til Tóra, so hann fór í smildur.
Rottur lupu úr viðagudi
hartil stórir ormar;
tá var rumbul á Dalatingi,
tá alt at durum stormar.
Bilsin stóð hann Gudbrandur gamli,
rann honum tað í huga:
óargadýr í Tóra búðu,
lítið mundi hann duga.
Tá hevði Ólavur Haraldsson alt Noregi kristnað, og Tórur gudur var fallin.
Havnin mennist
Men Tórshavn í Føroyum fór ongan veg. Navnið varð varðveitt, og sum fráleið gjørdist tingstaðurin og skipahavnin tann sanna miðstøðin í Føroyum. Her vóru embætisfólkini, handilin og skansin. Her vaks ein almúga upp og higar mátti tú til at klára upp, at keypa og selja.
Gjøgnum hesar mongu øldirnar hevur Havnin ment seg við størri og smærri fetum. Í 1866 varð Tórshavn skipað sum landsins fyrsta kommuna, og skjótt vildu havnarfólk hava allar býráðslimir fólkavaldar. Frammanundan kundu teir menn, sum vóru best fyri, velja nakrar av limunum, men fútin skuldi altíð sum føddur limur sita við borðið.
Teir valdu limirnir komu skjótt eftir, at teirra lutur var í mesta lagi ráðgevandi, Mælt varð tí til, at býráðið alt skuldi verða fólkavalt.
Men tað tók sína tíð. Tilmælið úr Føroyum tóktist ov radikalt fyri myndugleikarnar í Danmark, sum ikki hildu, at Havnin skuldi fáa rættindi fram um líknandi býir í Danmark. Málið steðgaði eisini av, at tað kom í trol við tann sera eyma spurningin á Flatlondum um at játta kvinnum valrætt til kommunustýri.
Kvinnur fáa valrætt
Roynt varð við ymsum samtyktum um avmarkaðan valrætt til kvinnur, meðan ein stórur minniluti í løgtinginum mælti til, at valrætturin skuldi fevna um tær allar.
Í 1908 var hesin spurningur búnaður so mikið, at hann kom til endaliga avgerð á ríkisdegi. Málið varð samtykt við sera teprum meiriluta í landstinginum, og avgerandi atkvøðuna átti Føroya próstur Fríðrikur Petersen. So nógv stóð á hjá honum, at hann noyddist at taka seg úr høgraflokkinum.
Eins og hjá monnum var valrætturin hjá kvinnum treytaður av, at antin tær sjálvar ella tær og maðurin rindaðu skatt, sum svaraði til 4 krónur fyri hvønn.
Tá hendan lógin var komin ígjøgnum, var greitt at samtykkja nýggju lógina um Tórshavnar kommunu. Fyrsta fólkavalda býráðið burtur av varð valt í november 1908, og 1. januar 1909 varð Mads Andrias Winther valdur sum fyrsti formaður í einum fólkavaldum býráð í Havn.
Hóast konufólkini fingu valrætt, og nú eisini vóru valbarar, sat ongin kvinna í býráðnum. Har sótu bara menn, og soleiðis helt lagið fram heilt til 1956, tá Malla Samuelsen úr Fugloy sum fyrsta kvinna varð vald í Tórshavnar býráð. Hon var fødd júst í 1909.
Framsíggið býráð
Nýggja býráðið legði til brots beinanvegin og tók stór tøk, sum hava verið býnum til alstóran frama. Í 1909 varð samtykt at keypa Gundadal til ítróttarendamál og at keypa Runding við Vestaru vág til havnaendamál.
Báðum hesum avgerðum hava havnarfólk síðani havt alstóra nyttu av. Vit eiga at vera errin av, at fyrsta býráðið var so framsíggið, og skula minnast til, at búsetingin í Havn um ta mundið nóg illa rakk niðan um Glade hjørn.
1909 var eisini í aðrar mátar eitt merkisár. Regin í Líð gav út fyrstu føroysku skaldsøguna ”Babilstornið”. Havnin fekk sín fyrsta biograf. Føroya Fólkaháskúli flutti til Havnar. HB og TB spældu sínar fyrsta dystir nakrantíð, og Havnar Fimleikafelag varð sett á stovn.
Í heila tikið var hetta ein bjartskygd tíð, har ungdómur í Havn undir kønari leiðslu legði seg eftir at menna seg til tær avbjóðingar, sum framtíðin fór at hava í sær. Fólkatalið í býnum táttaði í 2000, og mentanarlívið á føroyskari grund blómaði við sjónleiki, tónleiki og skaldskapi.
Sálarlig og likamlig venjing gingu hond í hond í almenna kjakinum. Og vit kunna skjótt staðfesta, at dagsins høvuðsmál eru júst tey somu – bara flutt 100 ár fram.
Ítróttarandi við lít
Tann týdningarmesti liðurin í ólavsøkuhaldinum er sambandið millum fólk, men skipað undirhald skal eisini til. Tey seinastu 100 árini hevur ítrótturin saman við alskyns mentanarátøkum verið meginásin.
Síðani 1940 hevur Tórshavnar Ítróttaráð samskipað sín part, og fyrsta árið varð boðið til fótbóltskapping millum bestu feløgini í Føroyum og bretar.
KÍ og HB komu í finaluna um Veðrasteypið, og søgan um, hvussu tann ólavsøkudysturin dysturin endaði, hevur altíð hugtikið meg. HB var á odda 2-0. Nakað fyri leiklok var ein HB-ari so óheppin at bróta beinið. Eitt suð fór gjøgnum alla áskoðarafjøldina, og eitt skar kom í ólavsøkugleðina.
Óhappið hevði eisini árin á klaksvíkingarnar, og tá spælið skuldi takast uppaftur, boðaðu teir frá, at undir hesum umstøðum høvdu teir ikki hug at halda fram, men HB átti steypið. Tað var ítróttarandi við lít.
Av leið í mjørka
Nú stendur endabresturin í ársins kappróðri fyri durum. Eitt áhugavert og spennandi kappingarár verður lagt aftur um, og nú skula meistarar og ólavsøkuvinnarar staðfestast..
Einaferð róðu tveir seksæringar. Málið var á Vestaru vág, men tjúkt var í mjørka. Annar báturin ýtaði av eftir einum trolara, sum hann sá liggja á Molanum, tá teir fóru út. Tá teir fóru at rógva, stýrdu teir trúliga eftir hesum stavnhaldi – men tað gekst striltið at koma á mál.
Orsøkin var, at trolarin loyst, meðan bátarnir lógu úti á málinum, og var á veg inn á Skálafjørðin – so seksæringurin kendi seg ikki aftur fyrrenn uppi á Boðanesi.
Tað kemur neyvan fyri í dag, men kappróðurin er enn sum áður ein virðilig ólavsøkubyrjan, og fátt er so eggjandi sum at fylgja við, meðan árar bogna, homlur togna og skúmið drívir um rengur.
Árið í ár er eitt merkisár fyri havnarfólk og Tórshavnar kommunu, og tí er tað mær ein heiður við hesum orðum at lýsa ólavsøkuna 2009 at vera setta.
Góða ólavsøku.
---