FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 17.10.2008 | Evni: Býráđiđ
    Havnar kommuna er skuldarfrí
    Upp undir val og í umleypandi tíđum hava summi lyndi til at mála alt svart. Soleiđis er eisini, nú kommunuval stendur fyri durum, og á odda hesaferđ ganga nřkur umbođ í minnilutanum í Tórshavnar kommunu.

    Samstundis sum húsagangir hava hótt og herjađ um heimin, hava tíđindi veriđ her heima um kommunur, sum hava ávísar trupulleikar at fáa endarnar at rřkka saman, tí inntřkurnar hava ikki hildiđ, og tćr renna seg í lániloftiđ fyri kommunur, sum er eitt árs skattainntřka.

    Sigast má, at umbođ í minnilutanum í Havn síggja serstakliga svart upp á střđuna, tí sum tann einasta av teimum stóru kommununum í Fřroyum hevur Tórshavnar kommuna onga skuld yvirhřvur. Kommunan hevur loyvi til at skylda eina álíkning – tađ er um 600 mió kr. – men hon skyldar ikki eina krónu.

    Hinvegin bođađu vit fyri einum ári síđani frá eini ílřgućtlan, sum, um hon varđ framd so skjótt sum ćtlađ, kundi krevja upp til 100 mió kr. í láni eina tíđ – svarandi til ein sćttapart av tí, sum kommununi er loyvt at skylda.

    Nú áriđ nćrkast endanum, kann stađfestast, at tađ hevur ikki veriđ neyđugt at taka lán, og tađ verđur heldur ikki neyđugt í ár.

    Orsřkirnar eru tvćr. Onnur er, at inntřkurnar halda, og hin er, at tađ hevur víst seg, at umstřđur hava ikki veriđ at fremja allar tćr ćtlađu ílřgurnar í hesum árinum, men ein góđan part. Tćr, sum vit ikki hava nátt, verđa fluttar fram til nćstu árini.

    Tórshavnar kommuna ansar vćl eftir sínum pengum. Skattakrónurnar fara til at reka og menna kommununa til frama fyri allar okkara borgarar í dag og í framtíđini.

    Ókonstruktiv umbođ í býráđsins minniluta, sum onki siga um, hvussu tey vilja menna kommununa, kunnu neyvan vera ímóti, at vit farnu fýra árini hava: • sett á at byggja skúlar á Argjum og í Hoyvíkshaganum • bygt rřktarheimiđ Tjarnargarđ • gjřrt nýggja rennibreyt • endurnýggjađ kloakkirnar í býnum • nútíđargjřrt brennistřđina • gjřrt sambindingarvegir millum býarpartarnar • og sett á at dagfřra bygdirnar

    Hetta er alt gjřrt til frama fyri trivnađin hjá borgarunum viđ neyđugum atliti til fíggjarligu orkuna hjá kommununi. Tí er Tórshavnar kommuna eitt gott pappír í dag, og vit bjóđa okkum til at halda fram at stýra. Trygg og mennandi leiđsla er vegurin fram.

    Jógvan Arge

    Listi E

    ---


    < Vindmyllur til húsbrúk | Tjóđveldislistin til býráđsvaliđ >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR