FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 01.01.2006 | Evni: Býráðið
    Tey heimleysu loksins á breddan
    Søgan er skrivað av frá portalinum.fo.

    Nú skulu tey heimleysu í Føroyum hava betri umstøður.

    Tað er eitt mál, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum hevur sett sær fyri í tí nýggja árinum.

    Í vár fer hann sostatt at leggja uppskot fyri løgtingið um viðurskiftini hjá teimum heimleysu.

    Uppskotið, sum hann fer at leggja fyri løgtingið er grundað á tilmælið, sum hann fekk frá einum arbeiðsbólki í summar um viðurskiftini hjá teimum heimleysu.

    Tórshavnar kommuna hevur leingi ásannað trupulleikan, og loysnin var á veg, tá ársins neyðrakett Páll á Reynatúgvu var landsstýrismaður, men áðrenn málið var loyst, var hansara skeið úti. Nú tykist tað vera komið aftur á skinnararnar.

    Hans Pauli Strøm sigur nú, at samtykkir løgtingið uppskotið, fer hann síðani at biðja um pening á fíggjarlógini at seta tey tiltøk í verk, sum standa í uppskotinum.

    Tað kann so gerast á fíggjarlógini fyri 2007. Men vil Løgtingið hava tiltøkini sett í verk skjótari, kann tað eisini vera á eini eykajáttanarlóg einarferð næsta ár.

    Støðan hjá teimum heimleysu hevur verið rættiliga nógv umrødd í fleiri ár og teirra kor í dagsins Føroyum hava onkuntíð verið skýrd ein landsskomm.

    Ein stórur ivaspurningur er, um tað er landið ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av viðurskiftunum hjá teimum heimleysu.

    Mett verður, at tað eru eini gott 20 heimleys í Føroyum – og tey eru øll í Havn. Av teimum verður mett, at eini 12 hava brúk á einum heimi.

    Tað, sum lagt verður upp til í uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið, er, at tað skal verða kommunan, sum hevur ábyrgdina av teimum heimleysu og hava ábyrgdina av at seta tey neyðugu tiltøkini í verk. Men tey tiltøk, sum verða sett í verk, skulu setast í verk í samráð við teir sjálvbodnu felagsskapir, sum virka á økinum, eitt nú Frelsunnarherin og Bláa Kross.

    Talan kann vera um, at kommunan leigar seg inn hjá teimum sjálvbodnu felagsskapinum. Hinvegin skal landið betala 2/3 av tí, tað kostar at reka tey tiltøk, sum verða sett í verk

    Tað, sum uppskotið hjá Hans Paula Strøm miðjar ímóti, er at stovna eitt heim til heimleys í Havn.

    – Tað skal vera eitt heim, har tey kunnu koma treytaleyst. Talan er um ein umsorganarbústað og tað merkir, at heimið tekur ímóti teimum útfrá teirra egnu fortreytum. Sostatt eru ongi krøv um, at tey skulu vera edrú, ella skulu til avvenjingar.

    – Tað skulu ikki setast krøv til hesi fólkini, sum tey ikki kunnu liva upp til kortini. Á heiminum skulu tey hava umstøður, sum tey kunnu kalla eitt heim, tað vil siga, eina fjálga song og umstøður at goyma og varðveita tað, tey eiga. Samstundis skal fólk verða á staðnum, sum kann veita teimum tað røkt, ið tey sum menniskju hava tørv á fyri at tey kunnu liva eitt virðiligt lív.

    – Trupulleikin hjá teimum heimleysu er, at tey megna ikki at halda fast um ein bústað, tí tey eru mangan ikki før fyri at gjalda, ella verða koyrd á dyr av øðrum orsøkum. Tí haldi eg, at vit eiga at skipa teimum eitt stað, sum tey kunnu kalla eitt heim, sigur Hans Pauli Strøm

    Hann sigur kortini, at samstundis er eisini ætlanin at bøta um herbergini, har fólk detta inn av gøtuni


    < Minnist til 25. apríl | Ein dynamiskur viðspælari >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR