Flaggsøgan hjá Niels Juel Arge:
Minnist til 25. apríl
Tað var ikki av tilvild, at Niels Juel Arge, útvarpsstjóri í 30 ár, skrivaði føroysku flaggsøguna um Merkið. Hann upplivdi teir spennandi og álvarsomu dagarnar í havnargøtum í apríl 1940, tá stríðið stóð um, hvørjum flaggi føroyingar skuldu sigla undir, nú kríggj var brostið á.
Í einar tríggjar dagar í apríl 1940 varð skipað fyri kravgongum og mótmælisfundum til frama fyri Merkinum sum Føroya flaggi. Hóast tað stundaði til próvtøku á studentaskeiðnum, legði hann hesar tríggjar dagarnar burtur úr skúlagongdini og var við, har nakað hendi.
Náttina 26. apríl var hann millum teirra, sum røddu á Tinghúsvøllinum og fegnaðust um, at bretskir myndugleikar høvdu avgjørt, at føroyski flotin skuldi sigla undir Merkinum. Hann heitti á fólk um at minnast til og virða, at 25. apríl nú var vorðin flaggdagur Føroya.
Stríðast fyri Merkinum
Høvundurin var eisini javngamal við Merkið, føddur í 1920, árið eftir, sum studentarnir í Keypmannahavn avráddu, at tað hvíta, reyða og bláa flaggið, skuldi verða Merkið hjá teirri minstu norðurlendsku tjóðini.
Barna- og ungdómsár hansara fór mangur leikur fram um Merkið. Donsku myndugleikarnir hildu ímóti, at føroyingar skuldu hava eitt serstakt flagg. Skiparar, sum heysaðu tað á sínum skipi, fingu bøtur og í summum førum ikki lut í rættindum, sum annars vóru algongd.
Teir mest balstýrnu fingu ikki statslán til skip síni og aðrir fingu skerdar møguleikar at fiska undir Grønlandi.
Løgtingsformaðurin Edward Mitens stóð skúlarætt fyri Thorvald Stauning forsætisráðharra, tá hann hevði biðið íslendingar vinda Merkið á stong, meðan hann bar fram heilsu frá Føroya fólki á Tingvøllum á 1000 ára hátíðini fyri altinginum.
Hvørki føroyskt flagg ella føroysk guðstænasta
Føroyingar vóru ikki samdir. Sambandsflokkurin stríddist við hond og fót ímóti føroyskum flaggi, og teir vildu ikki, at Merkið skuldi vindast á stong á tinghúsinum, tá tingið hátíðarhelt 900 ára dagin fyri falli Ólavs kongs Halga á Stiklastøðum.
Teir vildu heldur ikki, at ólavsøkuguðstænastan varð hildin á føroyskum. Hvørki sjálvstýrismenn ella javnaðarmenn fóru í kirkju hendan dagin. Tað var mett sum hitt sterkasta mótmæli, ið nakrantíð var sæð í Føroyum.
Alt hetta legði upp til spenning um hátíðina, sum skuldi vera á Tinghúsvøllinum eftir middag ólavsøkudag, har tingið skuldi setast undir víðum lofti.
Merkismenn, sum komu í kravgongu av Mullersbrúgv vildu sleppa inn á Tinghúsvøllin við føroyska flagginum, men hetta var teimum sýtt.
“Tag den klud bort”
Páll bóndi í Kirkjubø hongdi so Merkið út av vindeyganum á tinghúsloftinum, men varð skjótt handtikin. Tá hevði hann loyst flagglínuna, sum bar Dannebrog uppi, so danska flaggið fall.
“Tag den klud bort” rópti amtmaðurin, tá hann sá føroyska flaggið, og fór heim. Hátíðin upploystist. Summi bitu á kampi, onnur fegnaðust. Zakaris á Skipafelagnum royndi at verja Páll, so hann ikki varð settur í Skansan hendan dag. Flaggvinir strikaðu Dannebrog á Skansanum og heysaðu Merkið í staðin.
Mikil skriving og øsing var um hesa størstu gølu í Føroyum nakrantíð. Tingið gjørdi samtyktir, løgreglan kannaði og reisti ákæru móti Pálli og Sakarisi. Teir vórðu ikki dømdir fyri landasvik, sum onkur legði upp til, men fyri ófrið á gøtuni, og fingu 300 og 100 krónur í bót.
Føroya flaggfelag rindaði fíggjarmálaráðnum í Keypmannahavn bøturnar við heilsanini: Vit hevja várt merki og krevja okkara rætt.
Viðurkent í 1940
Øll tríatiárini var flaggmálið á breddanum samstundis, sum stríðst var fyri viðurkenning av føroyskum máli í kirkju og skúla. Fleiri tingviðgerðir vóru. Størsta stigið var, at Merkið slapp av veittra á Tinghúsvøllinum, tá Dannebrog veittraði á Løgtinginum.
So kom kríggið, tá Týskland hersetti Danmark, og Bretland hersetti Føroyar. Hjá eini siglandi tjóð sum Føroyum reisti hetta beinanvegin flaggspurningin. Tað bar illa til at sigla undir merkinum hjá eini tjóð, sum fíggindin hevði lagt undir seg. Tí tað var ikki nóg trygt.
Endin var, at bretar gjørdu av, at føroysku skipini skuldu sigla undir Merkinum, meðan kríggið stóð. Tá kríggið var av vendist ikki aftur. Við heimastýrislógini í 1948 varð Merkið viðurkent sum Føroiya flagg á landi og sjógvi.
Dagbókin frá apríl 1940
Niels Juel Arge skrivaði dagbók um hendingarnar í 1940, og hendan dagbókin var ein uppistøða til útgávuna av flaggsøguni. Tá fyrsta útgávan kom í 1980, hevði hann eisini kannað skjalatilfar hjá ymsum stovnum í Føroyum.
Eftir tað fór hann undir bókarøðina um stríðsárini, sum kom út árini 1985-90. Eisini hendan røðin hevði uppruna í dagbókini frá 1940, men nú vórðu kanningar eisini gjørdar í bretskum, donskum og týskum skjalagoymslum.
Serliga tær bretsku, men eisini tær donsku skjalagoymslurnar, kundu leggja fleiri klípi aftrat flaggsøguni, og hesar forkunnugu upplýsingar eru arbeiddar inn í hesa nýggju og øktu útgávuna av flaggsøguni, sum Jógvan Arge hevur ritstjórnað.
Flaggsøgan Merkið var onnur bókin, sum Niels Juel Arge legði úr hondum. Tann fyrsta var ættarsøgan Argjamenn, sum kom út í 1978. Triðja bókin á egnum forlag var um føroyskan fiskiskap við Rock All í 1983.
Síðani kom høvuðsverkið um stríðsárini í seks bindum og eftir tað bókarøðin um føroyingar í uttanlandssigling undir krígnum, “Teir sigldu úti”, í fimm bindum árini 1991-1995. Niels Juel Arge átti eisini fyrstu bókina av røðini “Teir tóku land” um føroyingar í Grønlandi.
Upplýsingar:
Flaggsøgan Merkið
Triðja økta útgáva 2005
Høvundur Niels Juel Arge
Ritstjórn Jógvan Arge.
Útgáva: Forlagið Tjarnardeild
Prent: Føroyaprent
Tekningar: Bibi Haraldsen, Tummas Mikael Smith og Óli Petersen.
Perma: Oskar Hermansson
Bókin er prýdd við mongum góðum myndum úr flaggsøguni.
Síðutalið er 208
Prísurin er kr. 299/-