FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 25.12.2005 | Evni: Bøkur
    Merkið kom á hittlistan
    Tað var við einum ávísum iva, at Flaggsøgan Merkið varð givin út aftur nú til jólar. Ivin var ikki um bókina innihaldsliga, men um tað fór at bera til at fáa ætlanina at standa upp og niður.

    Tað skerst ikki burtur, at ein endurútgáva, um enn hon er økt og dagførd av einslistum, framvegis eisini er ein endurútgáva av nøkrum, sum nógv fólk eiga frammanundan.

    Tað kundi halda mongum frá at ogna sær bókina hesaferð, og soleiðis hevur fyri ein part eisini verið.

    Men hartil eru so komnir nýggir lesarar, sum ikki høvdu høvi at ogna sær flaggsøguna, tá 1. og 2. upplag komu í 1980. Teir hava eisini verið frammi við skivurnar saman við teimum, sum vilja hava allar útgávur av einum verki.

    Merkið kom á hittlistan hjá Bókasoluni í viku 50 frá 11. til 18. desember á einum 7. plássi. Hvussu gongdin bleiv í viku 51, hevur Kári ikki kunngjørt á síni heimasíðu enn.

    Men listin í viku 50 var hesin:

    1. Krossmessa hjá Jógvani Isaksen

    2. Dávur í Tjørnuvík hjá Sveini Tummasson

    3. Við úthavsins strendur hjá Árna Joensen

    4. Antin ella hjá Ólavi og Kierkegeaard

    5. Teir tóku tjansin hjá Birgir Waag Høgensen

    6. Gransbílætasamlararnir hjá Jóannesi Nielsen

    7. Flaggsøgan Merkið eftir Niels Juel Arge

    8. Ó – søgur um djevulskap eftir Carl Johan Jensen

    9. Kaj2 eftir Jústinus Eidesgaard

    10. Mørk eftir Vitu Højgaard.

    Sum skilst hevur ongin bók tikið seg einsamalla fram um allar hinar hesaferð, men sølan hevur verið heldur javnari upp á nógvar bøkur.

    Bókamarknaðurin var eisini nógv merktur av skaldsøgum frá kendum pennum, sum ivaleyst royndu seg í skaldsøgukappingini hjá Norðurlandahúsinum í fjør, ið Oddvør Johansen vann.

    Somuleiðis var marknaðurin merktur av, at fólk framvegis hava hug at ogna sær frásagnir frá sjólívi og fiskivinnu, um enn sølutølini hjá hvørji einstakari bók tykjast at vera víkjandi.

    Eitt, sum er næstan ómøguligt at selja, eru yrkingasøvn.

    Tað, sum selur best, er álmanakkin, men hann verður nokk ikki roknaður millum tey littereru avrikini.

    ---


    < Krákugjógv upp á spæl | Minnist til 25. apríl >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR