FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 15.06.2005 | Evni: Lřgtingiđ
    Virđisleys fřroysk yvirtřkulóg
    Tađ fer at gerast ein pínlig lřta, um Fřroya lřgmađur fer at kunngera tjóđini, at rćttarliga grundarlagi undir yvirtřkulógini kemur í gildi á Ólavsřku.

    Vit, sum undir viđgerđini á tingi vístu á, at nakađ spinnandi galiđ var viđ hesi lóggávu, fara ikki at kennast viđ tann pínliga partin, men hann fer at merkjast kortini.

    Fólkaflokkurin var garanturin fyri hesum meiningsleysa lóggávuarbeiđinum. Hann royndi til síđstu lřtu at verja seg viđ, at frástřđa varđ tikin til donsku viđmerkingarnar, tí einans tćr fřroysku vóru galdandi.

    Veruleikin er sjálvandi soleiđis, sum vit lýstu hann at vera, og okkum á baki er nú danski forsćtismálaráđharrin komin.

    Hann hevur kunngjřrt fyri danska fólkatinginum, at einki rćttarligt grundarlag er undir fřroysku viđmerkingunum.

    Harafturat hevur hann sligiđ fast, at heldur ikki fřroyska lógin hevur nakađ sum helst virđiđ yvirhřvur.

    Danski forsćtismálaráđharrin gav fřgru nýggju fřroysku heimastýrisskipanin ein lúsing av teimum heilt stóru, tá hann segđi:

    ”Efter Folketingets vedtagelse af regeringens lovforslag og den stadfćstede lovs kundgřrelse i Danmark og pĺ Fćrřerne efter gćldende regler, vil det retlige grundlag for den nyordning, der er beskrevet i lovforslaget, vćre etableret i Danmark og pĺ Fćrřerne, hvorfor landsstyrets lagtingslovforslag, som vedtaget af Lagtinget, ikke har retlige konsekvenser i forhold til etableringen af den nyordning, som regeringens lovforslag omhandler.”

    Vit vistu tađ, og vit vístu á tađ í skrivt og talu undir allari viđgerđini á nátt sum degi. Men tađ var sum at sláa í eina dýnu.

    Lřgtingsskrivstovan vísti á at fřroyska yvirtřkulógin var uttan “meining og innihald” um danska lógin varđ samtykt, og hesa niđurstřđu tók ein samdur formansskapur til eftirttektar.

    Harafturat hava vit fingiđ at vita,

    -at vit hava góđtikiđ donsku grundlógina,

    -at heimildir eru ikki til at leggja mál til Fřroya at umsita, hóast Danmark kann leggja somu mál til ES at umsita,

    -at danska stjórnin tilskilar sćr rćtt til at seta lógir í gildi í Fřroyum hóast lřgtingiđ er ímóti,

    -at vit ikki kunna skipa okkum í felagsskapir so um NAMMCO, NAFO, NASCO, WTO,

    -at vit skullu semjast viđ Grřnland um vit skulu taka lut í felagsskapum sum hesum,

    -at danska máliđ sambćrt yvirtřkulógini hevur ein framíhjárćtt í Fřroyum, sum fřroyskir myndugleikar ikki kunnu lóggeva um.

    Avmegdin hjá teimum trimum heimastýrisflokkunum er nú skorin í papp og boygd í neon. Lógin er samtykt, men hon er ikki lýst.

    Lřgmađur Fřroya hevur tí ein seinasta mřguleika at forđa fyri, at vit hava lóggiviđ okkum sjálvum í at teljast millum aftastu londini í heiminum um 10 ár.

    Hann skal lata vera viđ at seta hesa meinings- og innihaldsleysu yvirtřkulógina í gildi. Hon hevur einki rćttarligt virđiđ kortini, og eiga vit tí at taka máliđ upp til nýggja viđger, tá tingiđ kemur samanaftur á Ólavsřku.

    Hergeir Nielsen, framsřgumađur Tjóđveldisfloksins í uttanlandsmálum.


    < Minnilutin skeyt yvir máliđ | Rennibreyt á Hálsi >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR