FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (39)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bćđi frásřgufólk og originalar
  • Jógvan Arge 70 ár
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki


  • 20.11.2004 | Evni: Ymist
    Tađ er gott at hava albogar

    Samrřđa viđ Páll Holm Johannesen
    í Sosialinum fríggjadagin 19. november 2004

    – Sum politiskur journalistur bar ikki til at virkin í politikki, og tí valdi eg politikkin frá hesi árini, og eg var heldur ikki limur nakrastađni. Eftir átta ár sum politiskur journalistur var eg onkursvegna hugtikin av politikki, sum eg annars var settur at eygleiđa, og tí lat meg stilla upp í 1978 fyri Tjóđveldisflokkin
    Mynd: Sosialurin

    Fyrstu ferđ, Jógvan Arge sigur seg minnast at hava roynt seg sum politikara, er í samband viđ lřgtingsvaliđ í 1958, tá hann í realskúlanum sum 11 ára gamal varđ settur at agitera fyri Tjóđveldisflokkinum. Á talvuni knípti viđ at stava Tjóđveldisflokkurin rćtt, tí bćđi đ og v manglađu.

    Nógv vatn er runniđ í ánni, síđan politiska elddópin sum 11 ára gamal. Hćddarpunktiđ í politiska lívinum var á býráđsvalinum 9. november, tá Arge-mađurin fekk flestar persónligar atkvřđur í Tórshavnar kommunu. Jógvan Arge stendur nú á trappuni til gera pápa sínum, Niels Juel Arge, eftir, viđ at gerast varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu komandi fýra árini. Niels Juel umbođađi Havnar Framburđsfelag, og var varaborgarstjóri í hřvuđstađnum frá 1949 til 1952.

    Journalistikkurin dró
    Jógvan Arge veksur upp í fimtiárunum, og tá eru stórar rembingar í fřroyska samfelagnum. Sjóvinnubankin á heysin, lćknastríđ í Klaksvík og eitt stórt fiskimannaverkfall eru millum hendingarnar hesi árini.

    – Tađ hendi ómetaliga nógv í fimtiárunum, og vit fingu nógv politisk inntrykk av tí harđa stríđi, sum var millum flokkarnar. Tađ var ringt ikki at verđa hugtikin av politikki, greiđir Jógvan frá.

    Í 60 árunum gerst hann virkin í Unga Tjóđveldinum, sum verđur sett á stovn, međan Sjálvstýrissamgongan hevur meirlutan í lřgtinginum.

    – Tá eg fór í studentaskúla gjřrdist eg meira tilvitađur og áhugađur í samfelagsviđurskiftum. Eg var viđ í nćmingafelagnum, eitt skifti sum formađur, og fleiri okkara vóru eisini virkin í Unga Tjóđveldinum, fortelur Jógvan Arge.

    Í 1967 fer Jógvan at lćra til journalist á Ritzau í Keypmannahavn, og heimaafturkomin í 1970 gerst hann alt fyri eitt politiskur journalistur á Útvarpi Fřroya. Í 1978 stillar hann fyri fyrstu ferđ upp til lřgtingsval.

    – Sum politiskur journalistur bar ikki til at vera virkin í politikki, og tí valdi eg politikkin frá hesi árini, og eg var heldur ikki limur nakrastađni. Eftir átta ár sum politiskur journalistur var eg onkursvegna hugtikin av politikki, sum eg annars var settur at eygleiđa, og tí lat meg stilla upp í 1978 fyri Tjóđveldisflokkin.

    Tađ rakk ikki til ein sess í lřgtinginum, tí tá 31 ára gamli Jógvan Arge gjřrdist nummar fimm á tjóđveldislistanum í Suđurstreymi, sum taldi so frćg nřvn sum Erlend Patursson, Karina Kjřlbro, Hans Jacob Debes og Ingrid Sondum.

    Spurdur, um tađ fyrst og fremst er journalistiska arbeiđiđ í 70 árunum, sum var atvoldin til, at hann valdi at gerast virkin í politikki, svarar Jógvan Arge, at arbeiđiđ sum politiskur journalistur gjřrdi sítt, men leggur afturat, at skúlagongdin og umhvřrviđ, hann vaks upp í, eisini hevđi ein týđandi leiklut, tá hann valdi at royna seg í politikki.

    Atkvřđuslúkurin
    Eftir fyrstu royndina í 1978 gingu heili 22 ár, áđrenn Jógvan aftur valdi at stilla upp fyri Tjóđveldisflokkin. Í 2000 stillar hann upp til býráđsvaliđ í hřvuđsstađnum.

    – Eg var á listanum longu í 1988, men í síđstu lřtu bar eg meg undan. Tađ hevur altíđ ligiđ og spřkt, at tađ kundi veriđ áhugavert at roynt seg í kommununal politikki, og tá heitt varđ á meg í 2000, tók eg avgerđina. Eg helt eisini, at nú vóru árini so mikiđ nógv, at skuldi eg gera nakrar royndir í politikki, skuldi tađ vera nú, sígur hann.

    Viđ 434 atkvřđum fekk Jógvan eitt rimmar val í 2000, og var eisini fúsur at stilla upp til lřgtingsvaliđ tvey ár seinni, har hann gjřrdist varamađur á tingi fyri Hřgna Hoydal. Jógvan roknar viđ, at hann hevur stillađ upp til lřgtingiđ fyri seinastu ferđ, og hann ćtlar framyvir at leggja alla orkuna í kommunal politikk.

    Hćddarpunktiđ í politiska lívinum náddi Jógvan Arge fyri góđari viku síđan. Hann fekk heili 690 persónligar atkvřđur í Tórshavnar býráđ, og gjřrdi harviđ sítt til, at Tjóđveldisflokkurin fekk besta valiđ í Tórshavnar kommunu nakrantíđ.

    Hvat er orsřkin til mongu persónligu atkvřđurnar hesaferđ?
    Fremsta orsřkin rokni eg viđ er, at eg havi veriđ sera virkin í andstřđuni í Tórshavnar býráđ. Eg havi alla setuna gjřrt vart viđ meg í býráđnum, blřđunum, og eisini havi eg eina heimasíđu, sum javnan verđur uppdaterađ.

    Hvřr heldur tú atkvřđur fyri Jógvan Arge?
    Lat meg beinanvegin siga, at eg kenni langt í frá řll 690 fólkini, sum havaatkvřtt fyri mćr. Eg gangi út frá, at tađ fyrst og fremst eru tjóđveldisfólk, men eg vćnti eisini, at nakrar atkvřđur eru uttangarđs.

    Óivađ fái eg eisini atkvřđur frá fólki, eg kenni, familju og mřguliga gevur mítt tilknýti til ítróttina eisini nakrar atkvřđur. Hřvuđsstovnurin man vera tjóđveldisfólk, men allar atkvřđurnar eru líka nógv verdar fyri meg og eg eri fegin um tćr.

    Jan ov seinur
    Tjóđveldisflokkurin fekk nćrum 3000 atkvřđur á býráđsvalinum í Havn, og tađ rakk til fýra býráđslimir. Úrslitiđ av heldur ódámligu samgongutelvingini í Havn gjřrdist, at Javnađarflokkurin viđ Heđini Mortensen sum borgarstjóra og Tjóđveldisflokkurin hava skipađ samgongu komandi fýra árini.

    Einu lřtuna í rokinum, fekk Tjóđveldisflokkurin bođiđ borgarstjórasessin frá Jan Christiansen og Fólkaflokkinum, men tók kortini ikki av. Manganverđur havt á lofti, at Arge-menninir ikki eru bangnir fyri brúka albogar fyri at sleppa framat, og tí undrađust fleiri á, at Jógvan Arge ikki tók av tilbođnum um at gerast borgarstjóri.

    – Eg havi fleiri ferđir sagt, at tađ er gott at hava albogar, men tađ er eingin orsřk til altíđ at brúka teir. Teir eru góđir at hótta viđ. Í samband viđ samgongusamráđingarnar máttu vit ansa eftir ikki at gerast ov gramm, og tí var neyđugt viđ taktiskum snildni fyri at koma í meirilutan. Vit mettu, at viđ Heđini Mortensen sum borgarstjóra, javnađarflokkinum sum stuđulsflokki, og okkum um střrsta flokki, fingu vit mest burturúr. Fólkaflokkurin ćtlađi, at vit skuldu sita úti í kuldanum komandi fýra árini. Vildi hann veruliga hava samstarv viđ okkum, so hevđi hann veriđ komin fyrr. Tá vit fingu tilbođiđ frá teimum, var hann útspćldur, og vit vóru lidnir viđ samráđingarnar til ađra síđu, greiđir Jógvan Arge frá.

    Hevur Jógvan Arge ambitiónir um at gerast borgarstjóri?
    Tađ verđur sagt at řll, sum stilla upp, hava ambitiónir um at gerast borgarstjóri, men tađ fáa vit at síggja. Satt at siga liggur borgarstjórasessurin ikki fremst í mína hugaheimi í lřtuni, men heldur at reka ein góđan politikk fyri býin.

    Fřrleikin betrast
    Spurdur, hví komandi samgonga fer at standa seg betur enn undanfarna samgonga viđ Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, svarar Jógvan Arge, at fyrst og fremst hevur komandi samgonga eina ađra stevnu.

    – Vit hava sett okkum fyri at menna fřrleikan í umsitingini-serliga viđ atliti til tann lřgfrřđiliga partin, tí lřgtingsins umbođsmađur hevur fleiri ferđir gjřrt vart viđ seg, og tí verđur neyđugt at styrkja hendan partin. Býárćtlanina hjá undanfarnu samgongu tóku vit ikki undir viđ, og tí skal hon viđgerđast av nýggum. Vit hava sett okkum fyri at fáa střrri javnvág í býarćtlanina, tí sum er, er bara fokus sett á Hoyvíkina, međan vit gjarna vilja hava, at bćđi vesturbýurin og Argir eisini koma viđ, vísir Jógvan Arge á.

    – Vit hava eisini nógv annađ upp á hjarta. Málini eru nógv í býráđnum og vit eru spent upp á at sleppa til arbeiđis á nýggjárinum til frama fyri alla kommununa, leggur hann aftrat.


    FAKTABOX

    Navn: Jógvan Arge
    Aldur: 57 ár
    Starv: Programleiđari í Útvarpi Fřroya
    Politiskar royndir: Virkin í Unga Tjóđveldinum í 60 árunum. Uppstillađur fyrstu ferđ fyri Tjóđveldisflokkin til lřgtingsvaliđ 1978. Valdur í Tórshavnar býráđ í 2000. Varamađur á lřgtingi í 2001-2002. Střrsti atkvřđuslúkurin viđ 690 atkvřđum til býráđsvaliđ 2004.
    < Tvey býráđ í senn | ”Komin er nú onnur řld” >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR