Ert tú borgari í Tórshavnar kommunu, eigur tú at fara á val í dag.
Hetta er tín fyrsti og størsti møguleiki at ávirka viðurskiftini í okkara kommunu næstu fýra árini.
Listi E stendur fyri opinleika og virðing í viðurskiftunum millum kommununa og borgaran.
Fáa vit tín stuðul, fær borgarin fleiri møguleikar fyri ávirkan.
Vit hava sett okkum fyri at hoyra borgararnar í málum, sum viðkoma teimum.
Vit bjóða fram politikarar við hugsjónum heldur enn politikarar, sum ganga burtur í smálutum.
Tað er alneyðugt, tí stórmál eru fyri framman.
Kommunan umfatar nú allan Suðurstreym og nakað væl aftrat.
Nýggj heildarætlan má gerast fyri framtíðina.
Skúlarnir skulu dagførast.
Eldramálini mugu loysast og barnaansingin mennast.
Mentanin skal røkjast eins og ungdómurin og ítrótturin.
Vit seta trivnaðin í hásæti og hava umsorgan fyri umhvørvinum.
Ferðslan má skipast betur og Bussleiðin gerast eitt veruligt alternativ til bilin.
Samljóð má vera millum húsabygging, vinnumøguleikar og grøn øki.
Vit vilja fáa skil aftur á byggingina í kommununi.
Vinnumøguleikarnir mugu á breddan.
Teir eru týðandi fortreyt fyri trivnaði okkara.
Vilt tú hava annað skil á býin, bygdir og oyggjar í Tórshavnar kommunu, velur tú Lista E.
---