Tú hevði eina grein um býarmenning og heildarætlan, har tú eisini nevndi ferðsluna inn og út úr býnum,
Mín spurningur til tín er:
Hvat fyri horn meinar tú við, tá tú sigur at: “næstan øll ferðslan inn í býin fer at koma úr einum horni.”.
og hvussu hugsar tú at : “tann nógva ferðslan inn í býin verður býtt í ymsar ættir.”
Hevur tú nakrar hugleiðingar um, hvørjar ættir og um hvussu hetta kann vera gjørt?
Blíðar heilsanir
P
Halló P:
Takki fyri spurningin. Tað, sum eg meini við, er, at longu nú kemur nógv ferðsla inn í býin eystanífrá. Har kemur bæði tann ferðslan, sum kemur av bygd, og tann ferðslan, sum kemur úr Hoyvík og Hoyvíkshaganum.
Soleiðis, sum plánlagt verður, so fer upp aftur meiri ferðsla at koma inn í býin úr hasi ættini. Hetta merkir í mínari verð, at trongin at koma inn í býin og úr býnum í meldurtíðum fer bara at versna – sama hvussu nógvar rundkoyringar verða gjørdar.
Harnæst hugsi eg mær, at verður meiri javnvág í býarmenningini geografiskt, soleiðis at serliga bústaðir í størri tali verða lagdir í vestara part av býnum og á Argjum, so verður ein partur av ferðsluni fluttur hagar og skal ikki nýta Hvítanesvegin og aðrir vegir har um leiðir, men teir vegir, sum hava beinleiðis samband við vestara partin av kommununi. Hetta fer at tryggja eina ávísa fordeiling av ferðsluni.
Í mínari verð er tað natúrligt at menna býin báðar vegir og ikki einvíst niðan í Hoyvíkshagan.
Vinarliga
Jógvan.