FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 31.10.2004 | Evni: Býráđiđ
    Vágin skal aftur verđa blonk
    Havnin er eitt deiligt stađ. Her dámar okkum at vera, og her vilja vit liva okkara lív. Vit bjóđa okkum fram til býráđsvaliđ, tí vit vilja ávirka liviumstřđurnar tann góđa vegin – hjá bćđi břrnum, ungum, vaksum og eldri.

    Střrstu ávirkanina á tey viđurskiftini hevur Tórshavnar Býráđ. Tađ er har, tú hevur teir bestu mřguleikarnar at ávirka framtíđina í Havn.

    Vágsbotnur er ein av okkara sřguligu miđdeplum. Her hevur veriđ lív og virksemi í řldir. Standmyndin av Nólsoyar Pálli ber bođ um, at altjóđa handilsvirksemi her viđ Vestaru vág birti ein neista hjá fřroyingum at klára seg sjálvar.

    Her komu og fóru útlendsk skip úr Amerika og Onglandi um transithavnina í Havn viđ sínum vřrum. Og tá varđ ásannađ, at eitt samfelag mátti ráđa fyri sínum egnu flutningsleiđum. Nólsoyar Páll legđi til brots viđ Royndini Fríđu, og úrslitini komu viđ fríhandlinum hálva řld seinni.

    Eitt líknandi stríđ er júst lokiđ á okkara dřgum. So seint sum í morgun hevur samkoma veriđ vesturi í Vágum, har útlendski kappingarneytin legđi kongin í kappingini viđ fřroyska flogfelagiđ.

    Okkara flogfelag heldur eisini til í Vágsbotni, her mangur góđur mađur í Havn hevur virkađ. Raskir útróđrarmenn hřvdu bátadráttin beint her. Her var millionerurin Grćkaris Hansen, Jóan Jakku skómakarin, Andrias í Vágsbotni, Gamli Restorff og seinni William Heinesen, Valdemar Lutzen, Christian Holm, Poul Hansen, Radio-Karl, Erlendur og Jákup í fiskimannafelagnum, Hanus og DP í samvinnufelagnum og fleiri viđ teimum.

    Her vóru eisini Sakaris á Argjabođa og sjálvur Rubbek hjá Mouritsi, sum helt til í hřlunum, sum Bátafelagiđ nú hevur. Hann skrřggađi kanska eitt sindur, men hann gjřrdi líviđ stuttligt at liva.

    Tađ áliggur okkum í dag at virđa og hjúkla um Vágsbotn og Vestaruvág. Mest av řllum áliggur okkum at tryggja, at hetta framvegis verđur tann kullan, har vit kunna njóta Havnina og hennara blíđa andlit.

    Tí vilja vit syrgja fyri, at beint verđur fyri allari dálking, og at vágin aftur verđur blonk řll, sum hon er.

    Býarmenning krevur altíđ sítt. Viđ neyđugum havnarbyggingum varđ landsynningurin stongdur úti, men dálkingin kom í stađin.

    Nú skola aldurnar ikki longur niđan undir Meiaríiđ og taka dálkingina út aftur viđ sćr. Dálkingin verđur liggjandi á vágni og beinir fyri řllum lívi. Tađ gongur ikki.

    Hetta umhvřrvi eigur altíđ at vera ein reinur partur av okkara havnarsál. - Dálkingin má beinast burtur, tí annars verđa Vágsbotnur og Vestara vág ikki tann kullan, sum vit řll so fegin vilja eiga og njóta.

    Takk fyri.

    ---


    < Café E í Kaldbak og Kollafirđi | Val 04: Blómandi mentan og ítróttur >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR