Tjóðveldisflokkurin leggur doyin á at nøkta ansingartørvin og bústaðartørvin hjá gomlum og óhjálpnum í Tórshavnar Kommunu við umlætting, dagtilhaldi, ellis- og røktarheimum og sambýlum.
Tjóðveldisfloksins mál er, at tann bráðneyðugi tørvurin á ellis- og røktarheimsplássum í allari kommununi verður nøktaður sum skjótast.
Flokkurin vil strongja á, at fáa eldraøkið lagt út til kommunurnar.
Gjørd verður ein miðvís ætlan at tryggja teimum gomlu og óhjálpnu virðiligar umstøður á heimum, tilhaldum og/ella heima við hús.
Tjóðveldisflokkurin miðar eftir, at heimavitjanartænastan verður útbygd. Tiltøk at lætta um hjá eldri og óhjálpnum heima við hús eiga at verða sett í verk.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri at stovna eitt eldraráð í kommununi at vera millumlið millum hana og fólkið.
Kommunan tekur virknan lut í arbeiðnum fyri at pensjonistar kunna halda seg aktivar.
Tjóðveldisflokkurin leggur dent á at útvega fólki við skerdum arbeiðsevnum útbúgvingar- og/ella arbeiðsmøguleikar.
Kommunan eigur at ganga undan at tryggja fólki við serligum tørvi møguleikar at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum.
Í byggimálum verður dentur lagdur á góð atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum og brekaðum sum heild.