FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 27.10.2004 | Evni: Spyr Jógvan
    Brølarin við Rás Tórshavn
    Halló Jógvan:

    Hvussu ber tað til, at einki verður nevnt um avtøkuna av Rás Tórshavn í valstríðnum?

    Eg veit væl, at nú verður torført at fara at kappast við Televarpið, men var avtøkan ikki ein brølari av teimum stóru?!

    Jákup

    Svar:

    Hey Jákup!

    Ja, tað mást tú spyrja. Men tað er gott, at tú tekur tað fram.

    Avtøkan av Rás Tórshavn var av sonnum ein stórur brølari. Havnarfólk høvdu her verðins besta tilboð um fleiri sjónvarpsrásir fyri onki frá kommununi.

    Hetta var ein tann besta tænastan, sum kommunan nakrantíð hevur havt, og eg skilti ongantíð hugin hjá býráðssamgonguni at taka burtur eitt tilboð, sum var so væl umtókt, og sum var sett í verk av kommununi sjálvari.

    Tú minnist kanska, at fleiri enn 3000 fólk skrivaðu undir mótmæli móti framferðini hjá býráðsmeirilutanum.

    Men við sínum stigi góvu borgarstjórin og hansara fólk borgarnar upp fyri skutil hjá Televarpinum og útlendskum veitarum. Tað, sum fyrr onki kostaði okkum, kostar okkum nú nógvar 1000 krónur í part um árið.

    Ongin skilti rættiliga, hví hetta tók seg soleiðis upp, men sum frá er liðið, er tað vorðið alt greiðari, at havnarborgarar vórðu útnyttaðir í eini roynd at geva Televarpinum ein flúgvandi start – við at fáa til gávus allan marknaðarpartin, sum tann ókeypis Rás Tórshavn hevði havt.

    Oman á alt fekk hvør einstakur brúkari stóra rokning!!!

    Hetta var sum vant business fram um borgararnar.

    Vinarlig heilsan og gott val

    Jógvan


    < Val 04: Umstøður hjá eldri og óhjálpnum | Café E í Kaldbak og Kollafirði >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR