Av góðum grundum eru tey gomlu og óhjálpnu ein týðandi partur av valstríðnum til býráðið.
Eldraøkið hevur verið afturúrsiglt í mong ár, tí tað hevur verið eitt býtisbarn millum landið og kommunurnar.
Eftir valgreinum at døma er undirtøkan í Tórshavnar kommunu fyri at gera nakað við eldraøkið nú so breið, at komandi býráð uttan himpr kann fara undir gerningin.
Vit í tjóðveldisflokkinum hava sett okkum fyri at nøkta tann bráðneyðuga tørvin á ellis- og røktarheimum í allari kommununi sum skjótast.
Vit leggja doyin á at nøkta ansingartørvin og bústaðartørvin við umlætting, dagtilhaldi og sambýlum eins og møguleikum fyri at flyta í lættari bústað.
Vit vilja gera eina miðvísa ætlan at tryggja óhjálpnum virðiligar umstøður á heimum ella heima við hús.
Vit miða eftir, at heimavitjanartænastan verður útbygd, og at tiltøk verða sett í verk, sum kunnu lætta um heima við hús.
Í grundregluni eigur landið alt eldraøkið, sum tað er, men tað hevur ikki hildið seg til at loysa uppgávuna.
Saman við eini ætlan um at leggja eldraøkið út til kommunurnar, legði tjóðveldisflokkurin í landsstýrinum til brots fyri at fáa gongd á.
Eftir trimum árum vórðu játtaðar um 60 mió kr til partvísa fíggjan av heimum og sambýlum. Hin partin skuldu kommunurnar fíggja sjálvar.
Hetta sæst aftur ymsastaðni, men tørvurin í Tórshavnar kommunu er so mikið stórur, at landsins íløgupartur neyvan fer at røkka til tær ætlanir, sum vit noyðast undir.
Vit fegnast um Tjarnargarð og komandi heimið fyri minnisveik, sum eru kærkomin stig á leiðini.
Men skal tørvurin nøktast, sum borgararnir í Tórshavnar kommunu hava, verður neyðugt at taka meiri rívan til, enn gjørt er.
Okkara partur skal ikki liggja eftir. Vit halda, at tað er ein mannarættur at fáa eitt virðiligt lívskvøld.
X við E.
Jógvan Arge