FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bæði frásøgufólk og originalar


  • 18.10.2004 | Evni: Røður
    Long og strævin fyrireiking til gullárini

    Tann mest beinrakni samandrátturin, sum kann gerast av 100 ára søguni hjá Havnar Bóltfelag er, at tey fyrstu 50 árini vóru ein long og strævin fyrireiking til gullárini, sum hava verið hesi seinnu 50 árini.

    Í hesum árum er nógv ítróttasøga, havnarsøga og persónssøga. Smálutirnir gera søguna áhugaverda, og tað eru smálutirnir í HB-søguni 1904-1954, sum hava leitt meg fram til niðurstøðuna, at tey mongu glæsiligu árini frá 1955 byggja á stríð og eldhuga heilt frá 1904.

    Bóltur úr Hetlandi

    Fleiri søgur eru um, hvussu og nær fótbólturin kom til Havnar. Ein søga er, at tað var sonur trúboðaran William Sloan, sum fyrstur kom við fótbóltinum til Havnar um aldarskiftið 1900. Drongurin æt Poul Sloan og búði í Hetlandi, har fótbólturin var gróðursettur fyrr enn í Føroyum.

    Poul Sloan plagdi at vera heima í Føroyum um summarið. Tá hevði hann ein fótbólt við sær og lærdi onkrar av sínum vinmonnum í havnargøtum hetta nýggja vinsæla spæl, sum breiddi seg um londini í okkara grannalag.

    Poul Sloan var um hetta mundið ein av bestu spælarunum hjá Vikings í Lerwick. Hann var til dømis við til at vinna fyrstu steypakappingina í Hetlandi í 1902.

    Spreingiknøttur av Sandi

    Onnur søga er um fyrsta fótbóltsdyst í Havn. Hann skuldi vera á Lutzenstrøð í august 1903. Tá áttu havnarmenn ongan fótbólt, men teir høvdu lænt sær ein heiman av Sandi. Søgan um fótbóltin á Sandi skuldi vera tann, at hann var komin rekandi á sjónum.

    Sandingar hildu hetta var ein spreingiknøtt, so teir royndu áhaldandi at blaka hann á sjógv aftur, men tað hjálpti onki. Bólturin rak hvørja ferð upp aftur á land, og til endans góvu sandingar seg yvir og fóru at sparka hesa leðurkúluna.

    Tað var eitt blandað lið, sum spældi fyrsta fótbóltsdystin í Havn. Løgtingsmenn við stórum búki og spenniskóm og hálvvaksnir dreingir í klássum, svartaskóm og stuttum buksum.

    Harðliga var farið fram. Har, sum bólturin lá, lá sum oftast helvtin av spælarunum. Ein løgtingsmaður datt um rygg og mundi givið upp ond. Annar fekk allar knapparnar skræddar úr knappatroyggjuni, og triði og fjórði rendu skallarnar saman, so teir mólu á kúluni.

    Tá slagið var av, vóru nógv blá eygur og nógvir skaðar. Dysturin tók løgtingsmonnunum so meint, at løgtingið noyddist at halda frí dagin eftir.

    Tann fyrsta tíðin

    Mær tykir, at tann djúpri upprunin til Havnar Bóltfelag var, at menn, sum vóru frammarlaga í føroyskum framburðsstríði um aldarskiftið, mettu likamliga røkt og venjing at hava líka stóran týdning sum andliga menning.

    Skuldi tjóðin røkka framá, mátti ungdómurin hava eina sunna sál í einum sunnum likami, og tí varð skipað fyri fótbólti í sambandi við fólkafund heima á Sandi summarið 1904. Maðurin, sum stóð fyri tiltakinum, var sorinskrivarafulltrúin Mass Andrias Winther, sum seinni hetta sama árið varð valdur til fyrsta formann í HB.

    Felagið fekk góða undirtøku og menn spældu av lívsins kreftum á eini fløtu í Hoydølum, sum teir høvdu lænt frá Hoyvíksbóndanum. Fyri at kunna spæla har, máttu teir gera fløtuna størri, og teir noyddust eisini at veita Hoydalsá. Sjálvir bóru teir kostnaðin. Tað var ongantíð ætlanin at verða verandi í Hoydølum.

    Gundadalur og Bergen

    Gundadalsfløta var staðið, sum stóð huganum næst. Hon var hildin at vera besta plássið nærhendis býnum til fótbólt. Men hon var ikki løtt at fáa. Tað loysnaði heldur ikki, fyrrenn Mass Andrias bleiv býráðsformaður í 1909, og býráðið samtykti at læta HB fløtuna at gera vøll á.

    HBararnir fóru hugagóðir undir hetta. Teir buðu arbeiðið út millum arbeiðsmenn í Havn og eftir nógvar trupulleikar og seinkingar, kundu teir spæla fyrsta fótbóltsdyst í Gundadali í 1911. HB hevði tikið lán til vøllin og stríddist í mong ár við at gjalda tað aftur. Men nú vóru so umstøður at sparka bólt í Havn.

    Í meðan dittaðu menn sær eisini til at fara av landinum at spæla fótbólt. Í 1910 varð avgjørt, at eitt føroyskt úrvalslið skuldi fara til Bergen at royna seg.

    Sjey HBarar vóru við í ferðalagnum, og heima var stórur spenningur um úrslitið. Vit taptu 7-0, og í Føroyum var mestsum landasorg, tá úrslitið frættist.

    Roynt varð at fáa innlendiskappingar í lag. Onkur steyp vóru latin til tess at birta upp undir áhugan, men striltið fekst at halda kappingar gangandi, so tað vanliga var, at einstakir dystir vórðu spældir á hvørjum ári móti øðrum føroyskum feløgum og serliga útlendskum marinuskipum.

    Fyrsti sigurin á Sevmýri

    Størsti kappingarneytin hjá HB í mong ár var aldursforsetin TB. Fyrstu dystirnir millum feløgini vóru í 1909. Á Sevmýri var javnleikur 2-2, men í Hoydølum vann HB 3-1.

    Fyrstu ferð, HB vann á Tvøroyri var í 1924. Farið varð suður við ferðamannaskipinum Sleipner við 300 áskoðarum. Ongantíð áður hevði eitt skip lagt út av Havnini við so nógvum fólki á einum kjøli og hornorkestur var við í ferðini. Stemningurin var í toppi á Sevmýri hendan dagin, og hann varð ikki minni, tá HB vann dystin 2-0.

    Dimmalætting hevði eina andborna frásøgn frá lagnum norðuri í Havn, tá tíðindini frættust: ”Da telegram om kampens resultat modtoges her blev byen sat helt på den anden ende af alle de begejstrede fodboldinteresserede, og udfoldede der sig udover hele aftenen og langt ud på natten et livligt gadeliv. Alle diskuterede den vundne sejr, og hurraråbene klang over byen i den stille nat. For enkelte steg stemningen så højt, at de derved forårsagede hurraråb på offentlig gade måtte besejles med politibøde.”

    Fyrstu steypini

    Sama árið vann HB sítt fyrsta steyp. Tað var greivasteypið sum uttanríkisráðharrin, Moltke greivi, gav HB og manningini á verjuskipinum ”Heimdal” at spæla um. Fyrri dysturin endaði javnur 2-2, og tí varð spælt um aftur dagin eftir. Tá vann HB 2-0 og fekk sítt fyrsta steyp til óðals og ognar. Árið varð sjálvandi nevnt gullárið hjá HB.

    Í 1926 vann HB eitt steyp aftrat. Flotamálaráðið í Keypmannahavn hevði latið HB og verjuskipinum „“Geysir“ eitt steyp at spæla um. Hb vann dystin 2-0.

    Í 1930 var aftur silvur at veiða. Kristian kongur 10 var á vitjan og gav HB og manningini á verjuskipinum ”Niels Juel” eitt steyp at spæla um. HB vann 6-1.

    Í 1933 vann HB tað, sum teir hildu vera landskappping, men TB var farið við steypinum til ognar árið fyri, og onki nýtt steyp var komið í staðin.

    Innanfelags vórðu eisini latin steyp. Í 1935 hevði HB bæði 1. og 2. lið, og eitt steyp varð latið teimum at kappast um á ólavsøku. Annað lið vann stórt. Árið eftir varð steyp latið 2. liði hjá HB og 1. liði hjá tí nýggja felagnum B36 at spæla um. Annað lið hjá HB vann ta ferðina.

    Onnur stórhending var sigurin hjá HB í strævnari steypakapping á ólavsøku 1940. ÍSF bjóðaði fimm føroyskum og einum hermannaliði til kapping og HB spældi tríggjar dystir eftir tveimum døgum. Ólavsøkuaftan vann HB á B36. Ólavsøkudag vann HB fyrst á Lovat Scouts og loksins á KÍ í finaluni. Tá var mikil frøði.

    Føroyameistaraskap

    Fleiri royndir vórðu fyrra partin av farnu øld gjørdar at skipa fyri landskapping, men ikki fyrrenn í 1942, trý ár eftir, at ÍSF varð sett á stovn, fingust regluligar kappingar.

    Hjá fyrsti liði hjá HB gekst striltið at fáa sítt fyrsta meistaraskap til høldar, men í 1949 var HB meistari í 14 dagar. HBararnir ivaðust ikki í, at teir høvdu vunnið meistaraskapin, men so komu boð um, at ein dystur, sum HB hevði vunnið, skuldi spælast umaftur. Nú tapti HB, og harvið fór meistaraskapurin úr høvuðsstaðnum.

    Hóast nógvan beiskleika, uggaðu HBararnir seg síðan stundum við, at teir hóast alt høvdu verið føroyameistarar í 14 dagar.

    Skulu vit finna tey fyrstu føroyameistaraskapini hjá HB, mugu vit hyggja at meðaldeildini (ella øðrum liði) og dreingjadeildini. Í 1943 vann HB meistaraskapin í meðaldeildini. Sama gjørdu teir í 1952. Dreingjadeildin byrjaði ikki fyrrenn í 1947. HB vann hana í 1950 og 1954.

    Seta ungdómin við

    Átakið við dreingjadeildini og seinni fleiri ungdómsdeildum er eitt av svarunum upp á menningina í føroyskum fótbólti. HB skilti, hvønn týdning tað hevði at seta ungdómin við og lovaði teimum ungu tíðliga upp á 1. lið.

    Tað hevur tryggjað, at útskiftingin á liðnum hevur verið jøvn, og samansetingin verið ein blandingur av evnaríkum ungdómum og royndum spælarum. Teir hava í felag verið førir fyri at halda flaggið høgt øll hesi seinnu 50 árini við tí fyrsta av 18 meistaraheitum í 1955.

    Tað kundi verið so ómetaliga nógv meir at trivið í. Nóg mikið er kortini at staðfesta, at málmenninir hjá HB altíð hava verið sermerktir og nógv umrøddir. Júst Sivertsen var ein. Hugtakið at jústa bóltin kemur frá hansara stíli.

    Heine Fernandez er ein annar. At gera er ein Fernandez í málinum í dag er ein sermerktur stílur. Men onkur helt fyri, at tað var gott, at Kaj Leo bleiv formaður í sambandsflokkinum, tí annars hevði Edmund Joensen staðið í málinum síðsta dystin í ár – og gudarnir skuldu vita, hvussu tað hevði spælt av.

    Takk fyri at tit lýddu á - og til lukku við teimum 100 árunum.

    ---


    < Brævatkvøða í Danmark | Eitt virðiligt lívskvøld >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR