Spurningur 3
Hey Jógvan Arge
Eri í Danmark. Sonur mín liggur á Ríkissjúkrahúsinum, so vit verða verandi her eina tíð. Hvussu gera vit fyri at kunna senda atkvøðu til valið?
Heilsan B.
Svar:
Eg havi spurt meg fyri hjá serfrøðingi, og hann svarar mær soleiðis:
”Veljari staddur í DK kann greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er m.a. kommunalt fólkayvirlit. Føroyska sendistovan í Keypmannahavn er heimilað at greiða brævatkvøður.
Er veljarin seingjaliggjandi kann hann boða Ríkissjúkrahúsinum frá, at hann ynskir at greiða brævatkvøðu. Somu boð kunnu gevast Hotel Tórshavn, um hann er staddur har.
Ríkissjúkrahúsið og Hotel Tórshavn geva boðini víðari til Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Tey senda fólk frá sendistovuni út at greiða brævatkvøðu.
Sjúklingur kann eisini sjálvur ringja til Sendistovuna og biðja tey koma, tlf. nr. er: 0045 32833770. Sendistovan steðgar við avgreiðslum tann 5. november, tá skrivstovan letur aftur”.
Óivað man eisini bera til at seta seg í samband við sendistovuna og evt. fara hagar at greiða atkvøðu.
Vónandi er hetta greitt
Vinarlig heilsan
Jógvan.