FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 14.10.2004 | Evni: Býráđiđ
    Trivnađur og vinnulív

    Trivnađur og vinnulív eru tvćr síđur av somu sřk.

    Fyritreytin hjá einari kommunu at byggja upp góđar trivnađarumstřđur er, at hon hevur eitt virkiđ og framsřkiđ vinnulív, sum kastar av sćr.

    Tí er tađ eisini natúrligur leiklutur hjá landsins střrstu kommunu at vera virkin at skapa vinnumřguleikar í kommununi.

    Í hesi ásannan seta vit í tjóđveldisflokkinum vinnuframa á breddan til hetta býráđsvaliđ.

    Tađ er ikki nóg mikiđ hjá kommununi at sita upp aftur á og játta útreiđslur burtur av skattapengunum. Hon má eisini gera sítt til at nřra um inntřkurnar.

    Vit meina, at kommunan skal skipa seg soleiđis, at hon altíđ hevur eitt vakiđ eygađ viđ vinnumřguleikum, sum stinga seg upp.

    Kommunan og vinnulíviđ eiga regluliga at hittast at viđgera framtíđarmřguleikar.

    Kommunan eigur at leggja seg eftir at eggja monnum og felřgum til at fara undir nýtt virksemi og nýggjar vinnur.

    Umráđandi er, at Tórshavnar Kommuna er viđ til at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnum gjřgnum t.d. gransking, vitanarmenning og útvegan av arbeiđsumstřđum.

    Komandi býráđ má ásanna, at kommunan má leggja seg eftir at hava virknan lut í menningini av vinnulívinum – uttan tó at leggja seg út í vinnulívsrakstur.

    Í dag er tađ ein stórur saknur, at landsins střrsta kommuna ikki hevur eina stevnu og ei heldur fólk í starvi til tess at birta upp undir framstig, sum bćđi gagna vinnuni og kommununi.

    Hetta er ein nattúrligur partur hjá kommunum í okkara grannalondum og er ikki minni átrođkandi hjá okkum, sum vinnuliga standa á einum álvarsomum vegamóti.

    Góđar trivnađarumstřđur draga vinnulív til sín, og jú betur vinnulíviđ hevur tađ, tess betur trívist fólkiđ.

    Hetta eiga vit eisini at hava í huga tann 9. november.

    X viđ E.

    Jógvan Arge


    < Syndarlig grind | Brćvatkvřđa í Danmark >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR