Heðin Mortensen skræddi brøkurnar hendan dagin, aðrir býráðslimir sluppu sær fram at kørunum at flýggja havnarfólki heimapartar á Vestaru bryggju.
Hann var langt av landi skotin, tí hann fór heldur til Írlands at hyggja eftir fótbólti enn at røkta síni fár heima í Havn.
Hetta tykist hava gingið sum rótasúpan um staðin, og fjáltur er komin á Heðin. Stemmur eru í vanda, skilst. Tí hevur hann fingið ein av sínum hoffskrivarum at seta eina sjóforkláring í Dimmalætting í dag.
Hon talar fyri seg.
"Altíð í grind
Heðin Mortensen vil ikki hava sitandi á sær, at hann skulkaði sær undan nakrari ábyrgd, tá ið hann sum býráðslimur ikki møtti sunnudagin at útflýggja heimapartar til fólk.
-Eg eri altíð í grind, og eg var í grind allan leygardagin líka til klokkan seks sunnumorgunin, tá ið eg noyddist at fara vestur í Vágar fyri at sleppa við flogfarinum til Írlands.
Heðin Mortensen sigur, at hann er við í hvørjari grind, tí tað hevur hansara stóra áhuga, og hann er eisini vanur at skera upp bæði til býráðslimir og onnur.
- Hevði eg verið heima, hevði eg sjálvandi eisini verið við sunnudagin, sigur Heðin Mortensen, sum eisini er fastur upskrivari."
Her á síðuni kunna vit bara staðfesta, at Heðin fór avstað, tá hann hevði fingið sítt.
Annars ljóðar, at Sjúrður var so óheppin at skera borgarstjóran í hondina, so hann mátti undir læknahond. Elin sá út sum ein droyri øll, sum hon var, og Leivur legði seg eftir at læta fólki heldur meir enn kappingarneytarnir.
Men tiltakið var gott og fólk eru fegin – eisini uttan Heðin.
---