FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 11.10.2004 | Evni: Spyr Jógvan
    Grenj ella andstøða
    Spurningur 1

    Góðan dagin Jógvan

    Í politikki sæst mangan, at andstøðan, nærum pr definisjón, finst at - og í mongum førum beinleiðis grenjar - tí tað er einki ella lítið at vinna politiskt við at vera ov samd við meirilutan. Heldur tú, at tit, sum sita í andstøðu í Tórshavnar býráði hava verið ov atfinningarsom - bara tí at tit sita í andstøðu?

    Havnarborgari

    Svar:

    Góði Havnarborgari

    Tað er nattúran í einum býarstýri, sum býtir seg í meiriluta og minniluta, at andstøðan finst at teimum átøkum hjá meirilutanum, sum hon ikki stuðlar.

    Okkara atfinningar kunnu sjálvsagt av meirilutanum skýrast grenj, men tað er tí, at hann helst vil hava síni mál ígjøgnum uttan ov nógva almenna umrøðu.

    Tær veruligu avgerðirnar verða jú tiknar á skýmaskotsfundum í samgonguni, sum Tórfinn Smith jú váttaði herfyri.

    Eg haldi ikki, at vit í minnilutanum hava funnist at bara fyri at finnast at. Veruleikin er, at so at siga alt býráðið hevur verið samt um mong mál, men tá meirilutin er farin út um mark ella skeiva leið, hava vit tilskilað okkum rætt til at tala at.

    Tað er ein týðandi partur av tí at sita í minniluta í býráðnum.

    Fanst ongin at, og var ongin á varðhaldi, so endaði býráðið alt sum ein innforstaðin klubbi, har alt bar til.

    Ongin gjørdi almenningin varugan við, at býarins vísu fedrar ikki í øllum lutum eru vísir - bara tí teir hava tikið seg saman í ein bólk at stýra.

    Ein atfinningarsom andstøða er borgan fyri fólkaræði.

    Vinarlig heilsan

    Jógvan.


    < Álit og førleiki | Krematorium ella kirkjugarð >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR