Vit vita tað øll, at Tórshavnar Kommuna er ikki nóg væl fyri umsitingarliga og politiskt. Nógv merkja tað eisini á sínum egna kroppi, og tí er so lítið álit á kommununa.
Hon er í heilum í andglettinum fyri skeiva og óvinarliga framferð mótvegis borgarunum. Vantandi førleiki er rótin til tær hvøssu atfinningarnar og hørðu átalurnar, sum kommunan hevur fingið seinastu árini.
Tað sker í eyguni, at kommunan til dømis bert hevur ein løgfrøðing, sum er settur í ein krók at varða av skattamálum. Onki starvsfólk við løgfrøðiligum førleika er uppi í dagligu málsviðgerðini, har lóggávan leggur stóran dent á opinleika, sakligheit og javnsetta viðferð av borgarum.
Hevur Tórshavnar Kommuna brúk fyri løgfrøðiligari ráðgeving, heldur hon tað vera nóg mikið at fara í býin til ein businessadvokat at leita sær ráð. Hetta kann vera gott í summum førum, men bøtir ikki um hugburðin og førleikan innanveggja hjá kommununi.
Ein máti at byggja upp aftur álitið millum kommununa og borgarnar er at styrkja býarins politisku leiðslu og leggja dent á at menna føleikan í sjálvari umsitingini. Tann ófullfíggjaða samansetingin í dag er óivað ein grund til, at opinleiki og gjøgnumskygni vanta í kommununi.
Tað skelkaði meg djúpt fyrst í valskeiðnum, at sjálvt skráin fyri býráðsfundirnar ikki varð almannakunngjørd. Tær viðgerðirnar, sum skuldu vera almennar, vórðu tagdar burtur.
Tað hevur eydnast okkum í andstøðuni at bøta eitt sindur um hetta, men tað vanliga er framvegis, at mál koma ikki út til almenningin, fyrrenn tey eru avgreidd. Sostatt er samskiftið við borgarnar sera avmarkað.
Kommunan er ein tænastumiðstøð fyri borgarnar. Hjá býráðnum ræður um at tæna fólkinum eftir teimum reglum, sum eru settar upp fyri hesum tænastuvirksemi, eitt nú í løgunum um fyrisiting og alment innlit.
Býráðið og kommunan umsita borgarans virðir, og tað er umráðandi, at borgarin hevur álit á, at tey verða umsitin væl.
Her má broyting koma í, og tú kanst verða við til at fremja broytingina 9. november.
Jógvan Arge