FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 09.10.2004 | Evni: Ítróttur
    Frakland-Írland 0-0
    Tað verða tvey hugað lið, sum hittast til dyst í Dublin mikukvøldið. Bæðini liðini fingu javnleik á útivølli í kvøld.

    Meðan Føroyar spældu 2-2 í Nikosia spældi Írland 0-0 móti Fraklandi í Paris.

    Hetta boðar frá, at írska liðið er væl fyri og neyvan verður mjúkt at strúka hjá føroyingum á heimavøllinum í Dublin mikukvøldið.

    Í fyrsta dystinum vann Írland lættliga 3-0 á Kýpros á heimavølli.

    So er spurningurin, hvat føroyingar kunna gera móti írum. Úrslitið á Kýpros í kvøld og úrslitið móti Fraklandi herfyri eggja óivað okkara monnum til at bíta saman tenn.

    Okkara royndir á írsku oynni eru ikki nógvar, men góðar. Vit hava ein javnleik móti Norðurírlandi frá 1991 at reypa av.

    Okkara royndir móti Skotlandi, sum man vera javnsterkt við Írland, hava verið góðar í fleiri umførum.

    So eitt væl skipað og hugagott føroyskt landslið kann saktans fáa eitt heiðursligt úrslit í Dublin.

    ---

    < Tinganes bjargað | Álit og førleiki >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR