FORSĶŠAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓŠIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Bżrįšiš (1163)
  • Bųkur (34)
  • Fólkatingiš (24)
  • Greinir (10)
  • Ķtróttur (89)
  • Lųgtingiš (234)
  • Rųšur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Višmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um sķšuna
  • Ęvisųga
  • Bókaśtgįvur
  • Sjónvarpslżsing
  • Samrųšur
  • Vallżsing 2001
  • Bżrįšsvališ 2000
  • Eitt 100 įra strķš

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjįlvstųšu og sjįlvberandi bśskapi
  • ŚTVARPIŠ 60 ĮR
  • Flaggiš einsamalt ger jś onki
  • Lķtiš mansligt lokabragd
  • Ein er tķšin at dansa
  • Sterkan lista E ķ Tórshavnar bżrįš
  • Hon teknar ręšumyndir ķ skślamįlum
  • Stżringina aftur į beint


  • 02.05.2004 | Evni: Rųšur
    Fyrsta mei rųša į Vaglinum
    Rųšan, sum Jógvan Arge helt į 1. mei haldinum hjį Havnar Arbeišsmannafelag į Vaglinum ķ Havn.

    Eg havi mangan hildiš, at rųšararnir 1. mei hava veriš so hvassoršašir. Her hevur veriš heilt annaš lag enn til hinar fólkafundirnar um vįriš. Lķtiš hevur veriš at fegnast um, og myndugleikar og mótpartur hava stašiš fyri skotum.

    Taš er ikki so lųgiš, at soleišis er. Fyrsti mei er jś altjóša arbeišaradagurin, og hann varš ķ sķni tķš ķbirtur jśst til tess at strika undir tey krųv, sum verkamannastęttin hevur til sųmilig og betri lķvskor.

    Hetta er tann serligi dagurin, tį verkamenn og verkakvinnur seta dagsskrįnna. Ofta liggur dagurin mitt ķ sįttmįlasamrįšingum, har alt rķšur um snariš, og mušurin malir sjįlvsagt taš, sum hjartaš er fult av.

    Vit hava ikki so langa sišvenju at halda 1. mei her į Vaglinum. Havnar Arbeišsmannafelag tók stig til hetta hald so seint sum ķ 1962, men sķšani er ikki slitnaš sundur.

    Her hava tey stašiš ųll: Andrea Įrting, Palli Henriksen, Martin Kśrberg, Andrew Ķsheim, Vilhjįlmur Patursson, Martin Joensen og Karl hjį Talis saman viš ųšrum góšum fólkum og fųrt fram sķni krųv og sķnar hugleišingar um lųnir og arbeišs- og samfelagsvišurskiftir.

    Taš er eisini ein góšur mįti at birta upp undir unditųku fyri sķnum sjónarmišum.

    Įtta tķma dagurin

    Og at krųv verša sett fram 1. mei er sum taš skal vera. Hendan dagfestingin er ķ upprunanum knżtt at kravinum hjį verkamannarųrsluni um at fįa sķni višurskifti skipaš og arbeišsdagin settan til įtta tķmar.

    Teir fyrstu, sum fingu hetta krav ķgjųgnum, vóru arbeišsmenn ķ Australia. Teir hįtķšarhaldu sigurin 1. mei ķ įrinum 1856. Ķ 1880unum gjųrdu amerikanskir arbeišsmenn 1. mei til ein strķšsdag fyri kravinum um įtta tķma arbeišsdagin.

    Į altjóša rįšstevnu ķ Paris ķ įrinum 1889 varš samtykt at fara undir eina altjóša herferš fyri įtta tķma degnum. Avgjųrt varš at gera serliga nógv burtur śr 1. mei.

    Sķšani tį hevur 1. mei vķša um heimin veriš brśktur til kravgongur, mótmęlisgongur, rųšur og veitslur. Hann hevur veriš ymiskur ķ innihaldi ķ ymiskum londum, og hevur eisini broytt innihald, so hvųrt, sum komiš er mįl viš ymiskum krųvum.

    Taš tók sķna tķš at fįa įtta tķma dagin višurkendan. Men stutt eftir fyrra heimsbardaga varš hann knęsettur ķ flestu av okkara grannalondum. Ķ Fųroyum kom hann ikki fyrrenn nakaš seinni.

    Fakfelųgini verša stovnaš

    Fakfelagsrųrslan ķ Fųroyum tók seg eisini seinni upp enn ķ ķdnašarlondunum. Vit vóru jś eitt bóndasamfelag, har meginparturin av fólkinum varš knżttur at gųršunum, men so hvųrt, sum skipsfiskiskapurin tók seg upp eftir frķhandilin, fingu vit fiskimenn og arbeišsmenn og arbeišskvinnur.

    Fiskivinnan tók ręttiligt dik į seg um aldarskiftiš 1900. Teir ymsu partarnir ķ sjįlvari fiskivinnuni vóru teir fyrstu at taka seg saman ķ felųg viš Skipara- og Navigatųrfelagnum ķ 1895, Reišarafelagnum ķ 1908 og Fiskimannafelagnum ķ 1911.

    Fiskivinnan kastaši eisini nógv arbeiši av sęr uppi į landi viš at lossa, landa og virka fiskalastirnar til klippfisk. Smįtt um smįtt fóru eisini bólkar į landi viš felags įhugamįlum at taka seg saman ķ felųg.

    Tį fossandi dżrtķš tók seg upp viš fyrra heimsbardaga, brast fyri nev į Tvųroyri og ķ Havn, og arbeišsmenn og handverkarar stovnašu fyrstu arbeišsmannafelųgini.

    Hųvušsspurningarnir vóru lųnirnar, sum ikki fylgdu viš dżrtķšini, men įtta tķma dagurin var eisini havdur į lofti. Ķ teimum fyrstu sįttmįlanum var arbeišstķšin 10 tķmar um dagin, seks dagar um vikuna, men ķ 1931 fekk Havnar Arbeišsmannafelag inn ķ sķn sįttmįla viš arbeišsgevararnar, at normalarbeišsdagurin skuldi verša įtta tķmar.

    Seinni fingu onnur felųg hesa somu skipan, men trķatiįrini vóru so ring, at taš lį ikki fremst ķ huganum at stytta arbeišstķšina. Lųnin var undir stórum trżsti, og fyri verkamenn snśši strķšiš seg ķ mong įr minst lķka nógv um at sleppa til arbeišis yvirhųvur. Hvussu strķggiš taš kann vera, hava vit eisini royndir av ķ eini ikki so fjarari fortķš.

    Prķstal og višbųtur

    Prķstališ og prķstalsvišgerš vóru leingi lyklaorš hjį verkamannafelųgum. Hendan skipan tók seg upp hjį okkum stutt fyri seinna heimsbardaga. Eftir fyrimynd śr śtlondum skuldi prķstališ brśkast til at stilla lųnirnar, so hvųrt sum livikostnašurin hękkaši.

    Her vóru ikki so nógv hagtųl at dśva uppį, men loysnin var ķ fyrsta umfari at brśka hśsarhaldsroknskapin hjį sjįlvum Anton Degn at meta um, hvat taš kostaši eini familju at liva, og av tķ, at hann var barnleysur varš kostnašurin fyri tvey bųrn lagdur aftrat fyri at hava eitt grundarlag at rokna śt frį.

    Prķstališ leyp avstaš viš heimsbardaganum, og strķš tók seg upp um, hvussu nógv taš skuldi muna. Skuldi eitt prķstalsstig geva 0,85 oyra uppį tķmalųnina ella skuldi taš geva eitt oyra. Hetta elvdi undir krķgnum til eitt tiltikiš verkfall, sum hevur veriš nevnt eitt oyra streikan.

    Her fingu Havnar Arbeišsmannafelag og Fųroya Arbeišarafelag undirtųku ķ lųgtinginum og einum geršarętti fyri, at dżrtķšarvišbótin skuldi verša eitt oyra fyri stigiš, men allir arbeišsgevarar vildu ikki ganga undir avgeršina.

    Bretska hersetingarvaldiš var stųrsti arbeišsgevari, og teir sųgdu nei. Lųnin var hękkaš ivaleysa nógv tey fyrstu strķšsįrini, hildu teir. Arbeišsmenninir kendu seg so kroystar av hesum, at teir fjarritašu beint til bretska forsętisrįšharran Winston Churchill ķ Downing Street og bóšu hann koma sęr til hjįlpar.

    Hann svaraši teimum ikki sjįlvur, men sum frįleiš varš gjųrd ein skipan, sum bįšir partar hildu seg kunna liva viš. Hetta var ķ eini tķš, tį arbeišsmannalųnin var ymisk frį bygd til bygd, og ikki fyrrenn nųkur įr eftir heimsbardagan komst hagartil at tķmalųnin var nųkurlunda eins um alt landiš.

    Įtta tķma dagurin var góšur, tį hann kom. Men krųvini til lķviš broytast alsamt, og krųvini um at stytta arbeišstķšina og longja frķtķšina komu sjįlvsagt eisini. Mišskeišis ķ trżssunum varš arbeišstķšin viš lóg sett til 44 tķmar um vikuna og seinast ķ sjeytiįrunum til 40 tķmar.

    Kvinnur minni lųn

    Meginparturin av hesum snśši seg stórt sęš bara um lųnina hjį monnum. Arbeišskvinnurnar tóku seg saman nakaš seinni enn menninir, og fingu vęl minni lųn enn teir.

    Tį kvinnulųnirnar komu undir prķstalsvišgerš, fingu tęr eina dżrtķšarvišbót, sum var minni enn tann, sum menn fingu. Hetta hevši viš sęr, at lųnarmunurin vaks alsamt.

    Sum trżssini lišu kom ferš į prįtiš um at taš var ikki ķ lagi, at menn og kvinnur hųvdu ymiska lųn, og fyrsta stigiš varš tikiš ķ 1970, tį lóg varš samtykt um, at kvinnur skuldu hava somu prķstalvišbót sum menn.

    Móti endanum av sjeytiįrunum varš komiš hagartil, at kvinnur eftir nųkrum įrum skuldu hava somu lųn sum menn. Hetta var ikki gjųrt viš lóg, men var śrslit av eini seming millum partarnar į arbeišsmarknašinum.

    So hvųrt sum eitt stigiš er fingiš frį hondini, hevur nęsta mįl tikiš seg upp. Viš tķ sųguliga baksżninum kunnu vit stašfesta, at verkamannarųrslan hevur fingiš nógv burturśr.

    Tųknin er rįevni

    Tvey lyklaorš i samfelagskjakinum ķ dag eru kappingarfųri og fųrleikamenning.

    Globaliseringin ella alheimsgeršin hevur havt viš sęr, at vit ikki longur liggja avbyrgd śti ķ Atlantshavi, men mitt ķ Atlantshavinum. Hendan alheimsgeršin broytir heimin og hjį okkum er umrįšandi at vera viš. Bęši sum land og sum einstaklingar mugu vit stremba eftir at standa okkum ķ kappingini viš onnur.

    Teir kųnu siga, at tųknin fer at verša rįevni ķ framtķšini, soleišis at skilja, at tilfeingi er ķ at hava arbeišsmegi, sum er vęl fyri at brśka framkomna tųkni og vitan. Tķ er neyšugt at leggja dent į śtbśgving og eftirśtbśgving.

    Hetta eigur at vera viškomandi fyri verkamannafelųg, tķ tit verša eisini rakt av alheimsgeršini. Ķ dag kunna vit stašfesta, at nógv arbeiši, sum vit hava dśvaš upp į ķ Fųroyum, kann gerast nógv bķligari ķ fjarskotnum londum. Noršmenn og russar til dųmis senda fisk alla leišina til Kina til virkingar og senda hann sķšani į somu marknašir, sum vit eru į.

    Ein byrjan liggur ķ ętlanunum um yrkisśtbśgvingarskeiš, sum skula setast ķ verk, men spurningurin er, um tit ikki skuldu sett nógv meira ferš į į hesum ųki.

    Gransking framleišir vitan

    Hugtakiš gransking er ķ heilum uppi og vendir ķ sambandi viš menning av fųroyskum vinnulķvi, men hugtakiš er kanska nakaš flųkt.

    Gransking veršur ofta fataš sum grópan ķ gomlum skjųlum og gomlum gravum. Taš er mentanarlig gransking. Hon hevur sķn tżdning, og į tķ bógnum er taš okkara skylda at granska taš, sum serligt er fyri okkum.

    Vinnulig gransking er eitt annaš fyribrigdi, har vķsindin og vinnan arbeiša saman. Ongin ivi er um, at gransking viš tķ endamįli at menna vinnulķviš er alneyšug, skula vit hava gott kappingarfųri.

    Gransking er at framleiša vitan, og taš veršur sagt, at nżggj vitan er taš ųkiš, sum kann skapa stųrsta bśskaparliga vųksturin.

    Ķ Fųroyum brśka vit sum er minni enn eitt prosent av bruttotjóšarśrtųkuni til slķka gransking. Felagsskapurin OECD sigur, at skal eitt land višlķkahalda sķna framleišslu og vitan ķ kappingini viš onnur lond, eru trż prosent av bruttotjóšarśrtųkuni taš minsta, eitt land kann brśka at granska fyri.

    Tį so er, er onki at bķša viš at fįa hesa granskingina skipaša, tķ tį saman um kemur fįa vit ųll nyttu av henni.

    Menning og hjįlp

    Tį vit nś eru viš prosentini į fķggjarlógini, kunna vit taš sama taka taš nęsta prosentiš viš eisini. Taš er spurningurin um menningarhjįlp.

    Menningarhjįlp er ein hjįlp til byggja upp nśtķšarsamfelųg ķ tķ tilafturskomna heiminum. Tey londini, sum veita menningarhjįlpina, seta seg vanliga į odda fyri verkętlanum, sum tey fremja saman viš fólkinum į stašnum.

    Į tann hįtt tryggja tey veitandi londini sęr, at menningarhjįlpin veruliga kemur teimum til góšar, sum hon er ętlaš – og samstundis fęr vinnan ķ londunum, sum lata, hųvi til at nżta sķn fųrleika til at hjįlpa ųšrum fram į leiš.

    Vilja vit verša vird sum ein partur av framkomna heiminum, eiga vit eisini at vera viš ķ tķlķkum įtųkum eftir fųrimuni.

    Grundlóg og ręttindi

    Verkamannafelųgini hava strķšst fyri sķnum ręttindum og hava fingiš mong ręttindi višurkend. Men strķšiš og oršaskiftiš um ręttindini og skyldurnar ķ samfelagnum heldur ongantķš uppat.

    Nś um dagarnar legši grundlógarnevndin fram fyrra flaggdagsįlitiš, teir rópa.

    Hetta er eitt ręttiliga nįgreinligt uppskot frį serfrųšingum um tey ręttindi og tęr skyldur, sum ętlanin er skula galda fyri fųroyingar ķ Fųroyum.

    Hetta er įhugaverdur lesnašur og eigur at elva til eitt breitt og djśpt oršaskifti millum manna ķ Fųroyum.

    Eitt er tann politiska skipanin, annaš eru ręttindini hjį hvųrjum einstųkum. Har stendur millum annaš:

    ”Ųll eiga rętt at arbeiša. Tann, sum hvųrki sleppur framat egnari vinnu ella lųntum arbeiši, eigur at fįa almennan stušul og styrk. Landiš tryggjar ųllum neyšuga frįlęru ella śtbśgving til tess at kunna arbeiša ella vinna.

    Landiš skal tryggja ųllum sųmilig kor, og landiš skal hava umsorgan fyri, at ųll fįa pensjón.

    Trivnašur familjunnar er fyritreyt fyri sosialari menning. Landiš hevur umsorgan fyri trivnaši familjunnar”.

    Hetta vóru bara nakrir fįir setningar śr uppskotinum, sum óivaš fęr stųrri aktualitet ķ komandi tķšum, nś spurningurin um eina nżggja grundlóg fyri taš vķškaša Europasamveldiš eisini er į breddanum.

    Taš er umrįšandi, at allir fųroyingar, og ikki minst verkafólkini, taka lut ķ hesum oršaskiftinum um tey grundleggjandi ręttindini og seta sķna fingramerki į lógina, sum er ętlaš til at įseta karmarnar um fųroyska samfelagiš.

    ---


    < Rųšari į Vaglinum 1. mei | Stórsigur til minnilutan >

    BŲKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verša vanliga svarašir innan 24 tķmar. Spurningar og svar sķggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa sķšuna til tķna byrjunarsķšu!
  • Bķlegg bųkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR