Tórshavnar Býráð fer á fundi í kvøld at taka endaliga støðu til eina nýggja ætlan um, hvussu Havnin skal byggjast út tey næstu 20-25 árini.
Í høvuðsheitum snýr hendan ætlanin seg um økið eystanfyri Sandá og serliga er ætlanin at leggja út byggiøki í Hoyvíkshaganum. Hinvegin fevnir heildarætlanin ikki um Kirkjubøar Kommunu, sum 1. januar kemur upp í Tórshavnar Kommunu, og heldur ikki um Kollafjørð.
Føroya Jarðarráð, Bóndafelagið og bóndin á Vatnaskørðum hava gjørt viðmerkingar til ætlanina og fílast á, at ætlanin beinir fyri møguleikunum fyri rímuligum bóndabrúki í Hoyvíkshaganum.
Meirilutin mælir til at samtykkja ætlanina uttan broytingar. Minnilutin mælir býráðnum til at taka atlit til viðmerkingar, sum inn eru komnar.
Frammanundan hevur ein meiriluti av býráðnum longu samtykt tvær byggisamtyktir fyri Hoyvíkshagan, sum leggja eitt øki av til golfvøll og onnur øki til húsabygging. Búnaðarmenn fílast á, at møguleikarnir hjá Hoyvíksgarði at menna seg í økinum verða burtur.
Býráðið skal eisini taka støðu til broytingar í byggisamtyktini fyri Kollafjørð, so útvegað verða fleiri grundstykki serrliga í Líðini og møguleikar verða fyri miðstaðarbygging við Sjógv.
Byggi- og býarskipanarnevndin og kollafjarðarnevndin hava tikið undir við hesi broyting.
Hinvegin er ikki talan um at taka støðu til nýggja heildarætlan fyri Kollafjrøð í hesum umfarinum. Tann spurningurin er útsettur til ein nýggj ætlan um havnaútbygging á Oyrareingjum og Signabø hevur sæð sæð dagsins ljós. Hetta er sum skilst ein stór verkætlan.
---