Mentamáladeildin hjá Tórshavnar Býráð hevur sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við hølisviðurskiftunum hjá Argja Skúla.
Bólkurin skal gera eina arbeiðsskrá til tess at betra hølisviðurskiftini í Argja Skúla, so skúlin lýkur tey krøvini, ið sett verða skúlabygningum sambært nýggju fólkaskúlalógini.
Í bólkinum eru skúlastjórin, umboð fyri lærararnar, umboð fyri teknisku fyrisitingina, umboð fyri trivnaðarfyrisitingina og ein arkitektur, sum er skrivari hjá bólkinum.
Arbeiðsskráin fevnir m.a. um námsfrøðiligar hugsjónir, hølisskrá, uttanduraøkið, tíðarætlan og kostnaðarkarm.
Bólkurin skal leggja sítt uppskot fram í seinasta lagi 25 apríl í ár.
Ein annar arbeiðsbólkur ger uppskot til byggiskrá fyri umbygging og útbygging av Sankta Frans Skúla frá 1. til 7. flokk, sum framvegis skal verða 2-sporaður skúli.
Bólkurin skal eisini lýsa møguleikan fyri at víðka skúlan til at fevna um 8. og 9. flokk og frítíðarskúla til 1. og 2. flokk.
Skúlin skal lúka øll nýtíðar krøv til ein fólkaskúla sambært fólkaskúlalógini. Bólkurin skal verða liðugur í hesum mánaðinum.
---