Grækarismessuhald verður í Havn sunnudagin klokkan 15.00. Skótarnir fara at ganga í skrúðgongu úr Vágsbotni, niðan Bøtøtu og Tróndargøtu og oman Niels Finsensgøtu á Vaglið.
Havnar Hornorkestur gongur á odda í skrúðgonguni og spælir á Vaglinum eins og kórið Sólarmagn fer at syngja.
Í ár fer Jógvan Arge, býráðslimur, at halda røðu á grækarismessuhaldinum.
Skótarnir, sum luttaka í skrúðgonguni eru Skótafylki Sigmunds Brestissonar, skótarnir hjá Frelsunarherinum, skótarnir úr KFUM og KFUK í Havn og KFUM-skótar á Argjum.
Veðurmenninir siga frá hampiligum veðri at fagna várinum.
---
Jógvan Arge